Eg eri 25 ára gomul, gangi í skúla niðri, men eri í tríggja mánaða praktikk í Føroyum. Eg arbeiði á einum arbeiðsplássi, har stjórin sjáldan er at síggja orsaka av persónligum trupulleikum, so tað er næstimaður hansara, sum stýrir øllum. Hesin ‘varastjórin’, sum eg kalli hann her, er ein kendur maður, høgt virdur politikkari og avhildin í samfelagnum. Men hann stýrir hesum arbeiðsplássi við harðari hond, og eg finni skjótt út av, at øll meira ella minni krúpa fyri honum, tí tey ræðast hann.
Hann tykist tó at vera nøkurlunda blíður við meg – í fyrstani í øllum førum. Eg verði sett at arbeiða við eini verkætlan, sum eg sleppi at stýra nøkurlunda sjálv. Ein dagin hittast varastjórin og eg í gongini, og eg spyrji hann um okkurt viðvíkjandi míni verkætlan, sum eg ivist í. Hann sigur, at vit kunnu tosa um tað í fundarhølinum, so vit fara inn har at tosa. Vit seta okkum ikki niður, men standa bara uppi og tosa.
Meðan vit tosa saman, fer høgra hond hansara knappliga og púrasta óvæntað trilvandi inn undir blusuna hjá mær. Hann tekur eitt fast tak um annað bróstið hjá mær, meðan hann heldur um mjødnina hjá mær við hinari hondini og læsir meg í støðuni, so at siga. Eg blívi so kløkk, at eg stívni. Tað løgna er, at maðurin tosar bara sítt professionella og fakliga prát víðari, sum um hendur hansara og heilin eru hvør sítt stað. Støðan er fullkomiliga absurd!
Eg rakni við og sigi: “Hvat gert tú?”, men hann letst ikki um vón. Eg royni at bakka og fara undan honum, meðan eg royni at skumpa hendur hansara burtur, men hann er nógv størri og sterkari enn eg, so hann heldur fast og fylgir bara aftaná mær, alt meðan hann tosar víðari, sum um tað, ið hendir, als ikki hendir allíkavæl. Hann tykist fullkomiliga óávirkaður.
Tað endar við, at eg má brúka alla mína makt at ríva meg leysa og renna út úr fundarhølinum. Eg kenni meg djúpt krenkaða og eri so skelkað, at eg veit ikki, hvat eg skal gera. Hvør fer at trúgva mær, um eg sigi tað við nakran? Eg geri alt fyri at sleppa undan at møta varastjóranum einsamøll restina av praktikktíðini, eg eri har.
Eftir nakrar dagar geri eg av at tosa við ein kvinnuligan starvsfelaga á arbeiðsplássinum, sum tykist álitisvekjandi, um tað, sum er hent. Hon sær als ikki bilsin út, men sigur, at tað er væl kent millum kvinnuligu starvsfólkini, at hesin maður ger slíkt, men tað tosa fólk ikki um. Tað er nokk eisini best, at eg ikki geri nakað burtur úr hesum, tí ein onnur, sum hevði arbeitt har, royndi at siga frá og kæra mannin, men hann fekk hana koyrda úr starvi og gjørdi alt fyri at oyðileggja hennara umdømi. Fólk vistu ikki, hvat tey skuldu trúgva. Hon kendi seg at enda noydda at flyta av landinum.
Eina tíð seinni, tá eg langt síðani eri farin aftur til Danmarkar, møti eg hesi kvinnu og spyrji hana beinleiðis, um tað passar, at hann hevur gjørt seg inn á hana. Á ja, og tað, sum hendi henni, var nógv verri, enn tað, sum hendi mær. Tey vóru á ferð saman í arbeiðsørindum, har hann var komin inn á hotellkamarið hjá henni og hevði roynt at neyðtikið hana har. Hon mátti berjast sum fyri lívinum fyri at sleppa undan honum.
Hon meldaði tilburðin, men hann noktaði blankt tað, sum var hent, og segði, at hon bara gjørdi tað fyri at dálka seg. Hon var ikki til at líta á. Eingin trúði henni, tí maðurin var so kendur og avhildin, so hon hevði ongan kjans, so hon fekk einki burtur úr at melda – ikki annað enn at tað gekk mest út yvir hana sjálva. Eg hevði ongar trupulleikar við at trúgva henni, tí eg hevði jú sjálv upplivað, hvat hann kundi finna uppá.