Eg var einaferð á festival saman við vinfólkum. Vit drukku og høvdu eitt sera skeg kvøld. Tað var seinni á kvøldinum, har ið eg var blivin for full, at vit vóru í einum balli. Eg sá ein drong, sum eg var áhugað í, og fór tí yvir til hann. Áðrenn eg visti av, stóðu vit og fríggjaðu í einum staði har ongin annar var. Hann byrjaði at toga buksurnar av mær. Eg vildi ikki, men fekk ikki orða tað, av tí at eg var so full, men eg royndi at siga nei við at toga buksurnar upp aftur. Hann vendi mær bara við, skumpaði meg niður á vegin og byrjaði at gera sum hann vildi við mær. Eg royndi at stilla meg upp, men bleiv bara skumpað niður aftur, og aftaná eina løtu gav eg bara upp, tí tað var lættari at bara fáa tað yvirstaði. Aftan á eina løtu tók hann meg við yvir í ein bil, og tvingaði meg til at gera meir. Eg angri enn tann dag í dag, at eg ikki tók kjansin tá og rann avstað. Tá hann var liðugur, var hann vekk áðrenn eg visti av, og eg mátti taka meg saman, lata meg í, og finna mínar vinir aftur. Tey sóu beinavegin, at okkurt var heilt galið, tí mín sminka var heilt oyðiløgd av tárum og eg hevði fleiri skursl um kroppin. Tey tóku sær sera væl av mær, og eg veit ikki hvat eg hevði gjørt uttan tey. Eg valdi at ikki melda tað, tí eg hevði ikki psykiska orku til at fara í rættin, og tí gongur hann enn leysur í dag. Eg eri blivin hótt av honum og vinum hansara fleiri ferð síðani. Eg havi enn arr á kroppinum av hendingini.
Hetta er fyrstu ferð, og sikkurt síðstu ferð, eg fortelji hesa upplivingina fyri nøkrum, men tað er ein lætti at fáa sagt tað.á