Róðrargalla

 Eg var 17 ár og hetta var fyrstu fer eg fór til róðrargalla fyri tær “tilkomnu” manningarnar, um man kann siga tað so.
Veitslan var góð og sum kvøldi leið, høvdu tey flestu fingið sær gott av alkoholi niðurum – eg var ein teirra, tí alt var sera bíligt í barrini og eg føldi at hetta mátti eg gagna mær av.

Eg minnist ikki nógv frá kvøldinum, havi nøkur smá brot her og der, har eg havi stuttleika mær við vinfólki og øðrum róðrarfólki. Men so er har eitt brot, ella nøkur við tøttum millumbili, sum enn skapa ótta í mær, tá eg hugsi aftur á tey. Eg minnist at eg hugti niður og sá mínar beru føtur blíva hálaðar eftir grúsi, og eg føldi at onkur helt einum armi hjá mær um teirra øksl, sum fyri at halda mær uppi. Tað næsta eg minnist er, at eg síggi eina vinkonu standa við bilin hjá sær og í næstu løtu kemur hon ímóti mær. Eg minnist ikki hvat ið bleiv sagt í millum hana og mannin, sum tók meg við sær, men eg minnist hana hála í tann eina armin á mær og at eg royni at sleppa til hana. Tað eydnaðist henni at taka meg frá honum og vit fóru inn aftur til veitsluna.
Dagin aftaná fekk eg at vita at hon hevði roynt at tosa hann til at sleppa mær, við at forklára at eg var til konufólk og tí ikki vildi vera saman við honum, men til hetta hevði hann svarað “tað leggi eg einki í, eg skal hava hana allíkavæl”.

Fyrstu og seinastu ferð eg fortelji um hesa uppliving

Eg var einaferð á festival saman við vinfólkum. Vit drukku og høvdu eitt sera skeg kvøld. Tað var seinni á kvøldinum, har ið eg var blivin for full, at vit vóru í einum balli. Eg sá ein drong, sum eg var áhugað í, og fór tí yvir til hann. Áðrenn eg visti av, stóðu vit og fríggjaðu í einum staði har ongin annar var. Hann byrjaði at toga buksurnar av mær. Eg vildi ikki, men fekk ikki orða tað, av tí at eg var so full, men eg royndi at siga nei við at toga buksurnar upp aftur. Hann vendi mær bara við, skumpaði meg niður á vegin og byrjaði at gera sum hann vildi við mær. Eg royndi at stilla meg upp, men bleiv bara skumpað niður aftur, og aftaná eina løtu gav eg bara upp, tí tað var lættari at bara fáa tað yvirstaði. Aftan á eina løtu tók hann meg við yvir í ein bil, og tvingaði meg til at gera meir. Eg angri enn tann dag í dag, at eg ikki tók kjansin tá og rann avstað. Tá hann var liðugur, var hann vekk áðrenn eg visti av, og eg mátti taka meg saman, lata meg í, og finna mínar vinir aftur. Tey sóu beinavegin, at okkurt var heilt galið, tí mín sminka var heilt oyðiløgd av tárum og eg hevði fleiri skursl um kroppin. Tey tóku sær sera væl av mær, og eg veit ikki hvat eg hevði gjørt uttan tey. Eg valdi at ikki melda tað, tí eg hevði ikki psykiska orku til at fara í rættin, og tí gongur hann enn leysur í dag. Eg eri blivin hótt av honum og vinum hansara fleiri ferð síðani. Eg havi enn arr á kroppinum av hendingini.
Hetta er fyrstu ferð, og sikkurt síðstu ferð, eg fortelji hesa upplivingina fyri nøkrum, men tað er ein lætti at fáa sagt tað.

mammubeiggi plagdi at vísa mær murtin

Tá ið eg var lítil, áðrenn eg fór í skúla, plagdi mammubeiggin hjá mær at vísa mær murtin hjá sær. Eg lat bara sum luft, inntil at hann einaferð kom inn í kamarið hjá mær, tók murtin hjá sær fram, lat splittuna upp hjá mær, koyrdi murtin hjá sær har, og segði okkurt millum linjurnar, at tað var soleiðis, mann fekk børn. Eg segði bara okay, lat splittuna aftur, og fór út úr kamarinum, niður til mammu mína. Eg hevði tað extremt óbehagiligt, og royndi altíð at goyma meg frá honum síðan tá.
Eg segði tað við mammu, tá ið eg var 15-16 ár, og tá fann eg út av, at hann hevði gjørt tað sama við øll systkini. Hvørja ferð eg síggi hann, føli eg bara ein so stóran hatur, og fari altíð uppá í kamarið og stongi hurðina.

Tumlaði heim

Sum 16 ára gamal plagdi eg at tumla heim, tá eg hevði vitja damuna. Eitt kvøldið, tá eg sum vant tumlaði heim, slapp eg við einum manni, sum lovaði at koyra meg heim, hóast tað var ein lítil umvegur hjá viðkomandi.
Tá vit vóru komnir næstan allan vegin, steðgaði hann bilinum við eitt bussskýli uttanfyri bygdina og royndi at taka meg í murtin.
Eg sló hann í andlitið við knýttum neva, men sat bara og stardi at honum. So royndi hann einaferð aftrat, og eg sló hann umaftur við knýttum neva, hesaferð á nøsina, sum fór at bløða. Hann steðgaði og spurdi um hann skuldi koyra tað síðsta strekkið. Eg segði nei, skeldaði hann, og fór so úr bilinum. Bilurin stóð stillur, og eg gekk frá honum, men so byrjaði hann at koyra ímótir mær, so eg leyp niðan í bøin og rann avstað niðaneftir.
Eftir hendingina fór eg at leita eftir hvar hesin maðurin mundi búgva. Eg fann útav tí, men fekk aldrin dirvið at melda hann. At eg ikki tordi at standa fram og melda hevur nívt meg síðan, tí eg eri bangin fyri hvat ein sovarigur maður kann finna uppá at gera við onnur.

Vaknaði við at hann tók buksirnar av mær

Eg var í einum balli og skuldi sova har. Táverandi sjeikurin var har eisini. Eg vaknaði morgunin eftir við, at hann tók buksurnar av mær. Eg segði nei, tí vit høvdu onga preventión, men hann helt á. Øll hugnaðu sær víðari aftaná hendingina við filmi og snacks, inntil eg var nóg koyrifør at koyra øll heim. Eg brúkti allan dagin á kamarinum og græt. Eg gjørdi tað liðugt 1 viku seinni, tí hasum fann eg meg ikki í. Hann ákærdi meg seinni fyri at vera ótrúgv, vinmenninir hjá honum søgdu, at teir høvdu verið í song við mær (passar ikki), hann trúði teimum. Onkursvegna eru teir enn allir vinmenn og øll skuldin fall á meg. Fleiri ár seinni eru enn ting, sum eg ikki kann gera ella fara til, av tí at hann eisini er har, og vil ikki hava meg á sama stað sum hann.

Ung í kiosk

Eg arbeiddi sum ung í kiosk. Hetta var í 80’num og eg var 21 ár. Ein dagin eg eri til arbeiðis einsamøll, skal eg feia brotið glas saman, uttanfyri diskin. Meðan eg sitið á húk og feii, kemur sjefurin inn, so letur í honum: “Tá tú situr upp á handan mátan, er tú so og so opin í neðra” og vísir við fingrunum, hvussu tað sær út. Eg var púra málleys. Skilti sum tíðin fór, at hetta var heilt vanligar viðmerkingar fyri mannin og at hann var ein grísur. Slíkar viðmerkingar oyðileggja arbeiðshugin og eg varð ikki leingi har.

Á festival

Eg var einaferð á festival saman við vinfólkum. Vit drukku og høvdu eitt sera skeg kvøld. Tað var seinni á kvøldinum, har ið eg var blivin for full, at vit vóru í einum balli. Eg sá ein drong, sum eg var áhugað í, og fór tí yvir til hann. Áðrenn eg visti av, stóðu vit og fríggjaðu í einum staði har ongin annar var. Hann byrjaði at toga buksurnar av mær. Eg vildi ikki, men fekk ikki orða tað, av tí at eg var so full, men eg royndi at siga nei við at toga buksurnar upp aftur. Hann vendi mær bara við, skumpaði meg niður á vegin og byrjaði at gera sum hann vildi við mær. Eg royndi at stilla meg upp, men bleiv bara skumpað niður aftur, og aftaná eina løtu gav eg bara upp, tí tað var lættari at bara fáa tað yvirstaði. Aftan á eina løtu tók hann meg við yvir í ein bil, og tvingaði meg til at gera meir. Eg angri enn tann dag í dag, at eg ikki tók kjansin tá og rann avstað. Tá hann var liðugur, var hann vekk áðrenn eg visti av, og eg mátti taka meg saman, lata meg í, og finna mínar vinir aftur. Tey sóu beinavegin, at okkurt var heilt galið, tí mín sminka var heilt oyðiløgd av tárum og eg hevði fleiri skursl um kroppin. Tey tóku sær sera væl av mær, og eg veit ikki hvat eg hevði gjørt uttan tey. Eg valdi at ikki melda tað, tí eg hevði ikki psykiska orku til at fara í rættin, og tí gongur hann enn leysur í dag. Eg eri blivin hótt av honum og vinum hansara fleiri ferð síðani. Eg havi enn arr á kroppinum av hendingini.
Hetta er fyrstu ferð, og sikkurt síðstu ferð, eg fortelji hesa upplivingina fyri nøkrum, men tað er ein lætti at fáa sagt tað.á

Kynsligur ágangur oyðilegði mín barndóm

Eg var ein fitt jalig genta, sum hevði eitt spennandi lív frammanfyri mær. Eg skuldi byrja í skúla aftaná summarferiuna, og tað var eg sera spent uppá. At sleppa at læra at lesa, rokna og skrivað, tað kundi ikki annað enn verða spennandi. Tað gekk ikki leingið, so byrjaði skúlin.
Eg kom heim frá skúla tann eina dagin við einum stórum smíli, og so eina fantastiska framtíð framanfyri mær, men soleiðis var ikki… Eg kom at bera mítt tungasta loyndarmál, sum eg vildi ynskt øll sloppi undan, bæði kvinnur og menn..
Eg fór at vitja ommu mína, tí tað gjørdi vit oftani um vikuskifitini, eg og syskini hjá mær. Mín pápabeiggi, var eisini har hatta vikuskifti, og vit hugnaði okkum nógv, har vit sparkaðu fótbólt, spældi spøl-bæði inni og úti, til langt út á kvøldi, men sum tíðin leið bleiv eg troytt, so eg fór inn í kamari og legði meg at sova.
Eg vaknaði við einum ljóði, sum ljóðaði til at onkur stongdi eina hurð, men sá einki, tí tað var so myrkt. So royndi at leggja meg aftur. Men áðrenn eg visti av, so bleiv dýnan tikin frá mær, og eg sá bara ein mann standa har. Hann segði at eg skuldi tiga, tí tað var best um familjan skuldi yvirliva. Eg segði so einki, og pápabeiggjan læt meg úr klæðinum og síðani fór hann úr sínum, har hann bæð meg føla uppá hann, og síðani høvdu vit sex. Eg minnist bara hvussu fast eg helt í mínari bamsu, tí eg fekk so ilt av honum. Eg bleiv misbrúk oftani aftaná tað eisini, ikki bara av einum men 2 monnum. Hetta hevur havt øgulig seinárin hjá mær, har eg havi stríst hart, fyri at megna at klára nakað í lívinum. Eg gangi nú á øðrum árinum á Glasi, og havi tað sera ringt við at fylgja við í tímanum, ti ágangurin fyllur stóran part av lívinum enn hjá mær. Men arbeiði útfrá at fáa tað betur:)

mítt syskinabarn

Tá eg var lítil, bleiv eg misbrúkt seksuelt av mínum syskinabarni. Eg minnist ikki hvussu gomul eg var, tí eg havi fortrongt tað, men eg havi verið um 8-10 ár. Hann hevur verið 16-18 ár. Hann gjørdi seg inn á meg fleiri ferð, bæði í mínum egna heimið, og heima hjá teimum. Eg havi altíð minst tað, men tá ið eg var um 16 ár, gekk tað fyrst veruliga upp fyri meg, hvat var hent mær, men eg helt tað fyri mær sjálvari. Eg kláraði ikki at fortelja tað fyri nøkrum. Eg vildi ikki vera “tann gentan”. Tá ið eg var 18 ár kláraði eg ikki at tiga meir, og valdi tí at fortelja fyri mammu míni, at hann hevði gjørt seg inn á meg. Hon trúði mær ikki.
Eg havi ikki skil á, hvør hending var fyrstu ferð, ella nær og hvussu tað steðgaði. Tað er alt so kámt fyri meg, men eg minnist tað sum eina periodu, har hann gjørdi seg inn á meg. Eg minnist týðiliga kensluna, eg fekk, tá ið tað hendi; eg stirnaði, fekk einki sagt ella gjørt. Og kensluna aftaná; skomm, eg føldi meg skitna og óreina.
Eg havi ikki sæð hann síðani eg kom út við tí. Tað bleiv ikki tosað um í familjuni. Eingin gjørdi nakað. Tað var ræðuligt. Hann bleiv ikki meldaður, men foreldrini sendu hann til Danmarkar á ein skúla. Har hevur hann verið síðani tá.
Eftir eina tíð gekk tað upp fyri mammu, at tað var satt sum eg segði. Eg havi fyrigivið henni, men tað er allíkavæl hart at hon ikki trúði uppá meg, tá ið eg fyrstu ferð fortaldi um tað.
Hann gjørdi seg eisini inn á mítt syskinabarn – sína systur. Eg havi tosað við hana um tað, men annars hava vit framvegis ikki tosað um tað í familjuni. Foreldrini hjá honum vita væl av, at tað er hent, men eingin av teimum eru komin til mín. Øll í familjuni vita tað nú, men tey velja at tiga. Tí havi eg eisini valt tey frá.
Hetta er um at vera 12-14 ár síðani, at tað hendi, og framvegis í dag havi eg árin av tí. Eg havi gingið nógv til psykolog, og brúkt nógva orku uppá at koma fyri meg aftur. Eg havi tað gott í dag, men kynsligur ágangur er ikki nakað, man kann koma yvir. Tað er nakað man onkursvegna lærur seg at liva við.

Drongurin í skúlanum

Nøkur ár síðani var eg í eitt felag fyri fólk sum hava sama brek sum eg. Hesin drongurin var eisini onkuntíð har.
Ein dagin sótu vit bæði, saman við nøkur onnur, við eitt borð og teknaðu. Knappliga føldi eg nakað á lærinum hjá mær. So hugdi eg á lærið og sá hondina hjá honum har, síðani hugdi eg á andlitið á honum og sá at hann smíltist. Ongin annar í rúminum sá, hvat gekk fyri seg.
Hatta var sera óbehagiligt.
Eg havi ikki torað at sagt nakað við lærarnir, floksfelagir ella nakran annan í skúlanum. Eg havi heldur ikki sagt tað við hini, sum vóru í felaginum.