Tá eg var lítil, bleiv eg misbrúkt seksuelt av mínum syskinabarni. Eg minnist ikki hvussu gomul eg var, tí eg havi fortrongt tað, men eg havi verið um 8-10 ár. Hann hevur verið 16-18 ár. Hann gjørdi seg inn á meg fleiri ferð, bæði í mínum egna heimið, og heima hjá teimum. Eg havi altíð minst tað, men tá ið eg var um 16 ár, gekk tað fyrst veruliga upp fyri meg, hvat var hent mær, men eg helt tað fyri mær sjálvari. Eg kláraði ikki at fortelja tað fyri nøkrum. Eg vildi ikki vera “tann gentan”. Tá ið eg var 18 ár kláraði eg ikki at tiga meir, og valdi tí at fortelja fyri mammu míni, at hann hevði gjørt seg inn á meg. Hon trúði mær ikki.
Eg havi ikki skil á, hvør hending var fyrstu ferð, ella nær og hvussu tað steðgaði. Tað er alt so kámt fyri meg, men eg minnist tað sum eina periodu, har hann gjørdi seg inn á meg. Eg minnist týðiliga kensluna, eg fekk, tá ið tað hendi; eg stirnaði, fekk einki sagt ella gjørt. Og kensluna aftaná; skomm, eg føldi meg skitna og óreina.
Eg havi ikki sæð hann síðani eg kom út við tí. Tað bleiv ikki tosað um í familjuni. Eingin gjørdi nakað. Tað var ræðuligt. Hann bleiv ikki meldaður, men foreldrini sendu hann til Danmarkar á ein skúla. Har hevur hann verið síðani tá.
Eftir eina tíð gekk tað upp fyri mammu, at tað var satt sum eg segði. Eg havi fyrigivið henni, men tað er allíkavæl hart at hon ikki trúði uppá meg, tá ið eg fyrstu ferð fortaldi um tað.
Hann gjørdi seg eisini inn á mítt syskinabarn – sína systur. Eg havi tosað við hana um tað, men annars hava vit framvegis ikki tosað um tað í familjuni. Foreldrini hjá honum vita væl av, at tað er hent, men eingin av teimum eru komin til mín. Øll í familjuni vita tað nú, men tey velja at tiga. Tí havi eg eisini valt tey frá.
Hetta er um at vera 12-14 ár síðani, at tað hendi, og framvegis í dag havi eg árin av tí. Eg havi gingið nógv til psykolog, og brúkt nógva orku uppá at koma fyri meg aftur. Eg havi tað gott í dag, men kynsligur ágangur er ikki nakað, man kann koma yvir. Tað er nakað man onkursvegna lærur seg at liva við.