Kynsligur ágangur oyðilegði mín barndóm

Eg var ein fitt jalig genta, sum hevði eitt spennandi lív frammanfyri mær. Eg skuldi byrja í skúla aftaná summarferiuna, og tað var eg sera spent uppá. At sleppa at læra at lesa, rokna og skrivað, tað kundi ikki annað enn verða spennandi. Tað gekk ikki leingið, so byrjaði skúlin.
Eg kom heim frá skúla tann eina dagin við einum stórum smíli, og so eina fantastiska framtíð framanfyri mær, men soleiðis var ikki… Eg kom at bera mítt tungasta loyndarmál, sum eg vildi ynskt øll sloppi undan, bæði kvinnur og menn..
Eg fór at vitja ommu mína, tí tað gjørdi vit oftani um vikuskifitini, eg og syskini hjá mær. Mín pápabeiggi, var eisini har hatta vikuskifti, og vit hugnaði okkum nógv, har vit sparkaðu fótbólt, spældi spøl-bæði inni og úti, til langt út á kvøldi, men sum tíðin leið bleiv eg troytt, so eg fór inn í kamari og legði meg at sova.
Eg vaknaði við einum ljóði, sum ljóðaði til at onkur stongdi eina hurð, men sá einki, tí tað var so myrkt. So royndi at leggja meg aftur. Men áðrenn eg visti av, so bleiv dýnan tikin frá mær, og eg sá bara ein mann standa har. Hann segði at eg skuldi tiga, tí tað var best um familjan skuldi yvirliva. Eg segði so einki, og pápabeiggjan læt meg úr klæðinum og síðani fór hann úr sínum, har hann bæð meg føla uppá hann, og síðani høvdu vit sex. Eg minnist bara hvussu fast eg helt í mínari bamsu, tí eg fekk so ilt av honum. Eg bleiv misbrúk oftani aftaná tað eisini, ikki bara av einum men 2 monnum. Hetta hevur havt øgulig seinárin hjá mær, har eg havi stríst hart, fyri at megna at klára nakað í lívinum. Eg gangi nú á øðrum árinum á Glasi, og havi tað sera ringt við at fylgja við í tímanum, ti ágangurin fyllur stóran part av lívinum enn hjá mær. Men arbeiði útfrá at fáa tað betur:)

mítt syskinabarn

Tá eg var lítil, bleiv eg misbrúkt seksuelt av mínum syskinabarni. Eg minnist ikki hvussu gomul eg var, tí eg havi fortrongt tað, men eg havi verið um 8-10 ár. Hann hevur verið 16-18 ár. Hann gjørdi seg inn á meg fleiri ferð, bæði í mínum egna heimið, og heima hjá teimum. Eg havi altíð minst tað, men tá ið eg var um 16 ár, gekk tað fyrst veruliga upp fyri meg, hvat var hent mær, men eg helt tað fyri mær sjálvari. Eg kláraði ikki at fortelja tað fyri nøkrum. Eg vildi ikki vera “tann gentan”. Tá ið eg var 18 ár kláraði eg ikki at tiga meir, og valdi tí at fortelja fyri mammu míni, at hann hevði gjørt seg inn á meg. Hon trúði mær ikki.
Eg havi ikki skil á, hvør hending var fyrstu ferð, ella nær og hvussu tað steðgaði. Tað er alt so kámt fyri meg, men eg minnist tað sum eina periodu, har hann gjørdi seg inn á meg. Eg minnist týðiliga kensluna, eg fekk, tá ið tað hendi; eg stirnaði, fekk einki sagt ella gjørt. Og kensluna aftaná; skomm, eg føldi meg skitna og óreina.
Eg havi ikki sæð hann síðani eg kom út við tí. Tað bleiv ikki tosað um í familjuni. Eingin gjørdi nakað. Tað var ræðuligt. Hann bleiv ikki meldaður, men foreldrini sendu hann til Danmarkar á ein skúla. Har hevur hann verið síðani tá.
Eftir eina tíð gekk tað upp fyri mammu, at tað var satt sum eg segði. Eg havi fyrigivið henni, men tað er allíkavæl hart at hon ikki trúði uppá meg, tá ið eg fyrstu ferð fortaldi um tað.
Hann gjørdi seg eisini inn á mítt syskinabarn – sína systur. Eg havi tosað við hana um tað, men annars hava vit framvegis ikki tosað um tað í familjuni. Foreldrini hjá honum vita væl av, at tað er hent, men eingin av teimum eru komin til mín. Øll í familjuni vita tað nú, men tey velja at tiga. Tí havi eg eisini valt tey frá.
Hetta er um at vera 12-14 ár síðani, at tað hendi, og framvegis í dag havi eg árin av tí. Eg havi gingið nógv til psykolog, og brúkt nógva orku uppá at koma fyri meg aftur. Eg havi tað gott í dag, men kynsligur ágangur er ikki nakað, man kann koma yvir. Tað er nakað man onkursvegna lærur seg at liva við.

Drongurin í skúlanum

Nøkur ár síðani var eg í eitt felag fyri fólk sum hava sama brek sum eg. Hesin drongurin var eisini onkuntíð har.
Ein dagin sótu vit bæði, saman við nøkur onnur, við eitt borð og teknaðu. Knappliga føldi eg nakað á lærinum hjá mær. So hugdi eg á lærið og sá hondina hjá honum har, síðani hugdi eg á andlitið á honum og sá at hann smíltist. Ongin annar í rúminum sá, hvat gekk fyri seg.
Hatta var sera óbehagiligt.
Eg havi ikki torað at sagt nakað við lærarnir, floksfelagir ella nakran annan í skúlanum. Eg havi heldur ikki sagt tað við hini, sum vóru í felaginum.

skifti huglag

Tá eg var 16 ár, fekk eg mín fyrsta ordiliga sjeik.

At byrja við var alt gott, annars hevði eg ikki blivið forelska í honum.

Eg var ein fitt, lítil genta. Eg var eisini naiv, og tað bleiv misnýtt.

Hann var fittur og sjarmerandi. Tað broyttist tó so við og við.

Hann kundi vera ordiliga fittur, og so við eitt broytti hann huglag, og skrivaði ljót boð til mín,

ringdi til mín og rópti eftir mær í telefonini. Hann hótti meg ofta við, at hann fór at vera ótrúgvur.

Ofta tók hann ikki telefonina, tá ið eg ringdi til hann, eftir at hann hevði sagt okkurt ljótt,

so eg sat sum eitt býtt og bíðaði frammanfyri telefonini.

Hann var manipulerandi, ringdi til mín um morgunin, í skúlatíð og mitt um náttina,

tí hann skuldi vita hvar eg var. Einafer ringdi hann til mín áðrenn eg skuldi í skúla,

og skeldaði meg, tí at eg var tagga í eini mynd á facebook, har eg sat undir liðini á einum drongi.

Hann vildi eisini bestemma, hvørjum klæðum eg gekk í, og minti meg ofta á hvussu heldig eg var,

at eg var saman við honum, tí hann var meira populerur enn eg. Hann fortaldi mær ymiskt

negativt fólk søgdu um meg, sum t.d. at eg hevði skorað yvir meg.

At enda kendist tað, eins og at eg misti meg sjálva burtur. Eg hevði trupult við at

fylgja við í skúlanum og at vera til staðar, tá eg var saman við familju og vinum.

Eg byrjaði at trúgva honum. Eg helt hann vetra betri enn eg, og eg vildi so gjarna hava,

at hann skuldi vera góður við meg aftur, tá hann bleiv illur. Alt var altíð mín skyld.

Eg byrjaði at missa alla orku, og bleiv ordiliga deprimera. Ofta tá eg kom heim úr skúla,

legði eg meg beint undir dýnuna at gráta.

Loppan

Var á háskúla sum 17 ára gomul. Eitt kvøldið sat eg úti í felagsrúminum, og ein av teimum eldru næmingunum byrjaði at tosa við meg. Hann kom nærri og byrjaði at føla uppá meg. Eg vildi ikki, men hann gjørdi bara tað ,at hann varð harðligur. Knappliga legði hann seg omaná meg, og royndi at sleppa uppí. Tað var so vemmiligt at uppliva, tí eg vildi ikki, men hann var so nógv sterkari enn eg. Eg føldi meg so ólekra og skitna aftaná. Skumpaði hann vekk og fór at gráta.
Hann gekk allatíðina á skúlanum, øll vistu at hann gjørdi hatta. Ikki bara við meg. Men eingin segði nakað.

Misbrúkt ímeðan eg svav

Eg fór einaferð í eitt ball og bleiv alt ov full, ja eg minnist einki. Tað var sum um, at onkur hevði koyrt onkrir stoffir í okkurt sum eg hevði drukkið. eg bleiv øgiliga móð og var illa fyri, og tí løgdu nøkur vinfólk meg i eitt kamar inni í húsinum, so at eg kundi leggja meg at sova. Eg vakni við at eg brádliga hevði havt eitt blackout, og at eg næstan einki minnist av kvøldinum. Og ímeðan eg hevði ligið og sovi, var ein drongur í ballinum komin inn í kamari har ið eg svav, og hevði nemt við og misbrúkt meg. Men enn tann dag i dag, veit eg ikki akkurát hvat ið hann gjørdi, og tað ræðir meg. Eg sá, at mínar buksur vóru niðri, tá ið eg vaknaði, og føldi á mær at okkurt var hent. Hann reypaði eisini um, at hann hevði fingið lítið, og tí visti eg heilt víst, at okkurt var galið. Tey í ballinum søgdu, at tey hildu at eg vildi hetta og tí gjørdu tey einki við tað, hóast tey sóðu hann fara inn í kamari. Og drongurin forsvaraði seg við, at hann helt at eg vildi tað. Men hvussu kundi eg forsvara meg, tá ið eg lá uttan vit og svav?. Mær dámdi ikki dreingin og hevði ikki funnið uppá, at verði saman við honum í forvegin. Tað gjørdi eisini støðuna verri, at eg hevði sjeik tá ið hetta hendi. Hetta var sera torført at koma ígjøgnum, tí eg føldi meg sera skitna,brúkta og ódámliga, tí eingin tók hetta serliga seriøst. blivi enn illa fyri, av at hugsa um, hvat ið hann gjørdi við meg. Verði varin, og lat ikki vinir tykkara koma i slíka støðu sum hesa.

“Slappa av, tað er ikki so galið”

Við barn í 7 mána. À veg heim møti eg pápanum at barninum, sum ikki vildi vita av barninum. Eg eri kedd hetta kvøldi og føli meg einsamalla. Vit hava ikki práta í 5 mánaðir. Seinast var tá hann kom til mín eina náttina fullur og bønaði meg um at taka eina abort. Eg spyrji um eg kann koma heim til hann tí eg føli meg einsamalla í hesum og vil hann skal halda um meg. Hann heldur ongantíð um meg, men um náttina vakni eg av, at hann fleygar sær. So sovi eg stutt aftur. So vakni eg aftur av, at hann koppar meg á mín tjúkka búk og tekur meg aftanifrá. Eg var meir bangin um barnið í búkinum enn tí hann tókst við. Tá hann er liðugur reisur hann seg og fer út úr kamarinum. Eg liggi eftir, ørkymla, á eini madrass á gólvinum og royni at samla tankarnir og finna út av hvat hendi, tí alt gekk so skjótt fyri seg. Til seinast reisi eg meg. Eg finni hann ikki í húsinum. Bæði kamarshurðin og entá úthurðin standa víðopin. Eg føldi meg brúkta. Skitna. Forvirraða. Rasandi. Kedda. Men eg var sjálv farin heim við honum, edrú og við míni fullu fimm. Nakrar dagar sigur læknin eg havi ein kynsjúkdóm. Vegna barnið kann eg ikki taka heilivág, men skal brenna kynsjúkdómin burtur og fái at vita, at barnið kann gerast blint av hesi sjúku. Eg fari heim til hann og sigi tað við hann. Hann sigur hann veit gott at hann hevur kynsjúku og ætlar sær ikki at gera nakað við tað. Eg havi aldrin aftur havt tørv á, at hann heldur um meg.

Voxbotn

Eg má hava verið eini 18 ár. Eg og vinkonurnar vóru farnar á Voxbotn og stóðu og hugnaðu okkum til eina konsert mitt í trunkanum, tá eg knappliga føli at onkur byrjar at fingra mær. Tað er ein fremmandur drongur sum eg aldrin havi sæð fyrr, sum heldur at tað er ok at byrja at fingra mær mitt undir eini konsert ímillum fleiri 100 fólk. Eg blívi so kløkk og frysti nøkur sekund, áðrenn eg klári at reagera, og skumpa hann vekk, og fortelji síðani vinkonunum hetta, sum so hála meg vekk úr trunkanum.

Neyðtikin á G!

Mín fyrsti túrur á tjaldingarøkinum á G! Festivalinum endaði ræðuligt. Eg var 15 ár hetta summarið. Síðsta kvøldið hevði eg drukkið meg alt forr fulla, og endaði við at „blacka út”. Eg minnist næstan onki frá kvøldinum, men eg minnist at onkur bar meg í ørmunum út av teltøkinum. Eg minnist eisini hvussu ilt eg fekk tá onkur byrjaði at hava analsex við mær.
Tá eg vaknaði lá eg nakin í songini hjá einum drongi eg ongantíð hevði sæð fyrr, í einum húsi í Gøtu eg ongantíð hevði verið fyrr. Eg var sjúkliga forvirrað og sat bara nakin á songarkantinum. Drongurin bað meg fara og byrjaði at lyfta mínir armar og lata meg í míni klæðir. Eg fann ikki mínar skógvar so eg endaði við at ganga berføtt frá húsinum. Tá eg kom til teltøkið ringdi eg til mammu mína og bað hana koma eftir mær. Eg mátti eisini biðja hana fara á apotekið, áðrenn tað stongdi, at keypa mær ein angribolla. Eg visti jú ikki hvat var farið fram ella um hann hevði havt hít á. Mítt sjálvsvirði fór í knús aftaná hasa upplivingina, eg føldi meg so vemmuliga og virðisleysa.