Misbrúkt ímeðan eg svav

Eg fór einaferð í eitt ball og bleiv alt ov full, ja eg minnist einki. Tað var sum um, at onkur hevði koyrt onkrir stoffir í okkurt sum eg hevði drukkið. eg bleiv øgiliga móð og var illa fyri, og tí løgdu nøkur vinfólk meg i eitt kamar inni í húsinum, so at eg kundi leggja meg at sova. Eg vakni við at eg brádliga hevði havt eitt blackout, og at eg næstan einki minnist av kvøldinum. Og ímeðan eg hevði ligið og sovi, var ein drongur í ballinum komin inn í kamari har ið eg svav, og hevði nemt við og misbrúkt meg. Men enn tann dag i dag, veit eg ikki akkurát hvat ið hann gjørdi, og tað ræðir meg. Eg sá, at mínar buksur vóru niðri, tá ið eg vaknaði, og føldi á mær at okkurt var hent. Hann reypaði eisini um, at hann hevði fingið lítið, og tí visti eg heilt víst, at okkurt var galið. Tey í ballinum søgdu, at tey hildu at eg vildi hetta og tí gjørdu tey einki við tað, hóast tey sóðu hann fara inn í kamari. Og drongurin forsvaraði seg við, at hann helt at eg vildi tað. Men hvussu kundi eg forsvara meg, tá ið eg lá uttan vit og svav?. Mær dámdi ikki dreingin og hevði ikki funnið uppá, at verði saman við honum í forvegin. Tað gjørdi eisini støðuna verri, at eg hevði sjeik tá ið hetta hendi. Hetta var sera torført at koma ígjøgnum, tí eg føldi meg sera skitna,brúkta og ódámliga, tí eingin tók hetta serliga seriøst. blivi enn illa fyri, av at hugsa um, hvat ið hann gjørdi við meg. Verði varin, og lat ikki vinir tykkara koma i slíka støðu sum hesa.