Við barn í 7 mána. À veg heim møti eg pápanum at barninum, sum ikki vildi vita av barninum. Eg eri kedd hetta kvøldi og føli meg einsamalla. Vit hava ikki práta í 5 mánaðir. Seinast var tá hann kom til mín eina náttina fullur og bønaði meg um at taka eina abort. Eg spyrji um eg kann koma heim til hann tí eg føli meg einsamalla í hesum og vil hann skal halda um meg. Hann heldur ongantíð um meg, men um náttina vakni eg av, at hann fleygar sær. So sovi eg stutt aftur. So vakni eg aftur av, at hann koppar meg á mín tjúkka búk og tekur meg aftanifrá. Eg var meir bangin um barnið í búkinum enn tí hann tókst við. Tá hann er liðugur reisur hann seg og fer út úr kamarinum. Eg liggi eftir, ørkymla, á eini madrass á gólvinum og royni at samla tankarnir og finna út av hvat hendi, tí alt gekk so skjótt fyri seg. Til seinast reisi eg meg. Eg finni hann ikki í húsinum. Bæði kamarshurðin og entá úthurðin standa víðopin. Eg føldi meg brúkta. Skitna. Forvirraða. Rasandi. Kedda. Men eg var sjálv farin heim við honum, edrú og við míni fullu fimm. Nakrar dagar sigur læknin eg havi ein kynsjúkdóm. Vegna barnið kann eg ikki taka heilivág, men skal brenna kynsjúkdómin burtur og fái at vita, at barnið kann gerast blint av hesi sjúku. Eg fari heim til hann og sigi tað við hann. Hann sigur hann veit gott at hann hevur kynsjúku og ætlar sær ikki at gera nakað við tað. Eg havi aldrin aftur havt tørv á, at hann heldur um meg.