skifti huglag

Tá eg var 16 ár, fekk eg mín fyrsta ordiliga sjeik.

At byrja við var alt gott, annars hevði eg ikki blivið forelska í honum.

Eg var ein fitt, lítil genta. Eg var eisini naiv, og tað bleiv misnýtt.

Hann var fittur og sjarmerandi. Tað broyttist tó so við og við.

Hann kundi vera ordiliga fittur, og so við eitt broytti hann huglag, og skrivaði ljót boð til mín,

ringdi til mín og rópti eftir mær í telefonini. Hann hótti meg ofta við, at hann fór at vera ótrúgvur.

Ofta tók hann ikki telefonina, tá ið eg ringdi til hann, eftir at hann hevði sagt okkurt ljótt,

so eg sat sum eitt býtt og bíðaði frammanfyri telefonini.

Hann var manipulerandi, ringdi til mín um morgunin, í skúlatíð og mitt um náttina,

tí hann skuldi vita hvar eg var. Einafer ringdi hann til mín áðrenn eg skuldi í skúla,

og skeldaði meg, tí at eg var tagga í eini mynd á facebook, har eg sat undir liðini á einum drongi.

Hann vildi eisini bestemma, hvørjum klæðum eg gekk í, og minti meg ofta á hvussu heldig eg var,

at eg var saman við honum, tí hann var meira populerur enn eg. Hann fortaldi mær ymiskt

negativt fólk søgdu um meg, sum t.d. at eg hevði skorað yvir meg.

At enda kendist tað, eins og at eg misti meg sjálva burtur. Eg hevði trupult við at

fylgja við í skúlanum og at vera til staðar, tá eg var saman við familju og vinum.

Eg byrjaði at trúgva honum. Eg helt hann vetra betri enn eg, og eg vildi so gjarna hava,

at hann skuldi vera góður við meg aftur, tá hann bleiv illur. Alt var altíð mín skyld.

Eg byrjaði at missa alla orku, og bleiv ordiliga deprimera. Ofta tá eg kom heim úr skúla,

legði eg meg beint undir dýnuna at gráta.