Róðrargalla

 Eg var 17 ár og hetta var fyrstu fer eg fór til róðrargalla fyri tær “tilkomnu” manningarnar, um man kann siga tað so.
Veitslan var góð og sum kvøldi leið, høvdu tey flestu fingið sær gott av alkoholi niðurum – eg var ein teirra, tí alt var sera bíligt í barrini og eg føldi at hetta mátti eg gagna mær av.

Eg minnist ikki nógv frá kvøldinum, havi nøkur smá brot her og der, har eg havi stuttleika mær við vinfólki og øðrum róðrarfólki. Men so er har eitt brot, ella nøkur við tøttum millumbili, sum enn skapa ótta í mær, tá eg hugsi aftur á tey. Eg minnist at eg hugti niður og sá mínar beru føtur blíva hálaðar eftir grúsi, og eg føldi at onkur helt einum armi hjá mær um teirra øksl, sum fyri at halda mær uppi. Tað næsta eg minnist er, at eg síggi eina vinkonu standa við bilin hjá sær og í næstu løtu kemur hon ímóti mær. Eg minnist ikki hvat ið bleiv sagt í millum hana og mannin, sum tók meg við sær, men eg minnist hana hála í tann eina armin á mær og at eg royni at sleppa til hana. Tað eydnaðist henni at taka meg frá honum og vit fóru inn aftur til veitsluna.
Dagin aftaná fekk eg at vita at hon hevði roynt at tosa hann til at sleppa mær, við at forklára at eg var til konufólk og tí ikki vildi vera saman við honum, men til hetta hevði hann svarað “tað leggi eg einki í, eg skal hava hana allíkavæl”.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s