Tumlaði heim

Sum 16 ára gamal plagdi eg at tumla heim, tá eg hevði vitja damuna. Eitt kvøldið, tá eg sum vant tumlaði heim, slapp eg við einum manni, sum lovaði at koyra meg heim, hóast tað var ein lítil umvegur hjá viðkomandi.
Tá vit vóru komnir næstan allan vegin, steðgaði hann bilinum við eitt bussskýli uttanfyri bygdina og royndi at taka meg í murtin.
Eg sló hann í andlitið við knýttum neva, men sat bara og stardi at honum. So royndi hann einaferð aftrat, og eg sló hann umaftur við knýttum neva, hesaferð á nøsina, sum fór at bløða. Hann steðgaði og spurdi um hann skuldi koyra tað síðsta strekkið. Eg segði nei, skeldaði hann, og fór so úr bilinum. Bilurin stóð stillur, og eg gekk frá honum, men so byrjaði hann at koyra ímótir mær, so eg leyp niðan í bøin og rann avstað niðaneftir.
Eftir hendingina fór eg at leita eftir hvar hesin maðurin mundi búgva. Eg fann útav tí, men fekk aldrin dirvið at melda hann. At eg ikki tordi at standa fram og melda hevur nívt meg síðan, tí eg eri bangin fyri hvat ein sovarigur maður kann finna uppá at gera við onnur.

Leave a Reply

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Change )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Change )

Connecting to %s