Neyðtikin á G!

Mín fyrsti túrur á tjaldingarøkinum á G! Festivalinum endaði ræðuligt. Eg var 15 ár hetta summarið. Síðsta kvøldið hevði eg drukkið meg alt forr fulla, og endaði við at „blacka út”. Eg minnist næstan onki frá kvøldinum, men eg minnist at onkur bar meg í ørmunum út av teltøkinum. Eg minnist eisini hvussu ilt eg fekk tá onkur byrjaði at hava analsex við mær.
Tá eg vaknaði lá eg nakin í songini hjá einum drongi eg ongantíð hevði sæð fyrr, í einum húsi í Gøtu eg ongantíð hevði verið fyrr. Eg var sjúkliga forvirrað og sat bara nakin á songarkantinum. Drongurin bað meg fara og byrjaði at lyfta mínir armar og lata meg í míni klæðir. Eg fann ikki mínar skógvar so eg endaði við at ganga berføtt frá húsinum. Tá eg kom til teltøkið ringdi eg til mammu mína og bað hana koma eftir mær. Eg mátti eisini biðja hana fara á apotekið, áðrenn tað stongdi, at keypa mær ein angribolla. Eg visti jú ikki hvat var farið fram ella um hann hevði havt hít á. Mítt sjálvsvirði fór í knús aftaná hasa upplivingina, eg føldi meg so vemmuliga og virðisleysa.

Ólavsøka

Tað var Ólavsøka, og eg var 17-18 ár. Tað hevði verði dansur í Kommunuskúlagarðinum, og eg var blivin full. Eg seti meg upp ímóti einum veggi, og siti nokk har eina góða løtu. So rakni eg við, við at mín ex-sjeikur ristir í meg, og sigur at hann vil hjálpa mær í ein taxa og heim. Hann fylgir mær inn í song, og endar við at sjálvur leggja seg í songina.
Knappliga rakni eg við aftur, við at eg spýggi útav songarkantinum, og leggi so merki til at mín ex-sjeikur er ígongd við at hava sex við mær, neyðtaka meg. Eg eri so illa fyri, og kløkk. Eg royndi at fáa hann av mær, men tað riggar ikki, eg fái einki sagt, havi akkurát spýð. Royni so at fáa sagt nei, men hann steðgar ikki. Eg liggi bara inntil hann er liðugur, og so sovnar hann. Eg fari igongd við at vaska spýggj upp, meðan hann bara liggur í mínari song og svevur. Eg leggi meg so inn í eitt annað kamar, og nakrir tímar seinni hyggi eg inn í mítt kamar og hann er farin.

Royndi at taka bara 14 ára gamla við valdi

Eg var 14 ára gomul og júst farin at ganga í diskotek. Eg gekk í vanligum cowboyklæðum, sjómanstroyggju og tuflum, sum var so vanligt tá. Hóast diskotekið endaði kl. 01.00 um náttina, hevði eg lovað foreldrunum at koma heim áðrenn midnátt.

Eg gekk einsamøll heim. Tað sirmaði. Á vegnum legði eg merki til, at ein maður gekk nakað aftanfyri meg. Eg setti ferðina upp, skeitti aftur um meg og legði merki til, at maðurin eisini setti ferðina upp. Tað var týðiligt, at hann elti meg. Hann mundi vera minst eini 10-15 ár eldri enn eg.

Eg fór at renna, og maðurin fór eisini at renna. Eg spelaði alt, eg kundi, og var næstan komin heim, tá maðurin fekk fatur á mær. Hann spurdi, hví eg rann undan honum. Hann vildi bara tosa við meg, segði hann, og tók fast um armin á mær. Eg var bangin og royndi at ríva meg leysa, men hann helt so fast, at eg fekk ilt. Hann mølmaði okkurt um, hví gentur vóru so forbannað óndar við seg. “Hví vilja tit ikki tosa við meg, ha? Hvat fanin feilar tykkum?”

Hann hálaði meg inn móti sær og royndi at mussa meg. Eg merkti tann ringa andan og rópti, at hann skuldi lata vera. Eg hugdi í panikki at vindeygunum í húsunum hjá okkum í vónini um, at foreldrini hoyrdu mína neyð og komu út at bjarga mær, men tey lógu helst í fasta svøvni. Har var bølmyrkt.

“Ert tú einsamøll heima?” spurdi hann og hálaði meg yvir ímóti portrinum. Fyri at kunna lata portrið upp, noyddist hann at sleppa mær við aðrari hondini. Eg tók kjansin, nú hann bert helt mær við einari hond og kláraði at ríva meg leysa. Eg rann so skjótt, sum eg yvirhøvur kundi, yvir til eini grannahús, har ein vinkona búði.

Maðurin var í hølunum á mær. Eg tvísporaði upp gjøgnum trappurnar og bað til Gud um, at hurðin ikki var læst. Tað var hon tíbetur ikki. Eg leyp inn í uttaru gongina. Innara hurðin var læst. Tíbetur var uttara hurðin av einum slag, sum kundi læsast innanífrá uttan lykil. Eg náddi at læsa hurðina, beint áðrenn maðurin tók í hana.

Hann stóð eina løtu og skrykti í hurðina, meðan eg stóð hjartkipt beint innanfyri. At enda gav hann upp og fór avstað. Eg tordi ikki at vekja tey, sum helst svóvu inni í húsinum og stóð minst ein tíma í gongini, áðrenn eg vágaði mær út aftur og heim.

Foreldrini vaknaðu, tá eg komi heim, og eg segði teimum frá tilburðinum. Tey vóru hørm um, at tey ikki vóru vaknað. Tey ringdu til politiið at melda mannin, men politiið segði, at teir kendu hann væl, men tað var einki, teir kundu gera við tað, so leingi sum maðurin ikki veruliga hevði gjørt seg inn á meg. So hendi einki meir. Eftir hetta tordi eg ikki at ganga einsamøll heim longur, tá eg fór í býin.

Leiðarin fylgdi aftaná mær inn á vesið

Tá eg var 17 ára gomul arbeiddi eg aftaná skúlatíð á einum arbeiðsplássi við nógvum monnum, har av teir flestu vóru tvær-tríggjar ferðir eldri enn eg. Ein dagin fari eg á vesi. Á gongini heilsi eg uppá ein av leiðarunum – ikki mínum egna leiðara kortini. Eg eri ikki meira enn innkomin á vesið, tá maðurin fylgir aftaná mær inn. Hann tivar tungt og hyggur grammliga at bróstunum hjá mær.

Eg eri alt annað enn eggjandi klødd – bara í væl knappaðari ternutari skjúrtu, cowboybuksum og fótformaðum skóm. Men tað tykist ikki at halda honum aftur. Hann tekur í meg. Eg royni at sleppa undan, men hann heldur mær, tekur meg inn til sín aftanífrá og fonglast við bróstini hjá mær.

“Ver nú ikki so sjarlig…!” sigur hann. Eg sigi hart: “Lat vera!” og rívi meg leysa og renni út á gongina, skakað av hendingini. Eg skammist og tori ikki at siga tað fyri nøkrum. Eg royni bara at halda meg langt burtur frá hesum manni eftir hetta. Hann letur bara sum luft og heilsar ikki uppá meg aftaná hendingina.

Eg hugsaði leingi: Mundi hann misskilja smílið hjá mær á gongini, áðrenn eg fór inn á vesið? Mundi eg sjálv leggja upp til tað uttan at vita av tí? Eg skilti ikki, hvat maðurin hugsaði fyri sær, og undraðist á, hví júst hann gjørdi hetta, tí hann var familjumaður og høgtstandandi limur í eini samkomu. Nú veit eg, at tað hevði einki við meg at gera. Hann – og bara hann – hevði ábyrgd av hendingini.

Eg eri 16 ár

Eg eri 16 ár. Eg eri í einum balli saman við fult av øðrum fólkum. Vinkona mín er akkurát farin heim, tí hon gjørdist móð, so eg standi einsamøll eftir í einum hjørni. Knappliga kemur ein drongur yvir til mín. Eg veit hvør hann er men havi ongantíð ordiliga tosað við hann. Hann heilsar uppá meg og eg hugsi, at eg má heldur vera fólkalig, so eg standi og tosi við hann eina løtu. Áðrenn eg veit av hevur hann trýst hondina millum beinini á mær. Eg eri ov skelkað til at siga nakað við hann. Hann smílist og vendir sær við og eg síggi hann fara yvir til ein vinmann, og eg hoyri hann fortelja fyri honum hvat hann gjørdi við meg. Vinmaðurin gevur honum ein pengaseðil í hondina.

Í býarbussinum

Eg sat í býarbussinum á veg oman í Steinatún ein morgun fyri nøkrum árum síðan. Klokkan gekk til 8, eg skuldi til arbeiðis. Ein vanligur gerandismorgun. Hesin dagurin byrjaði tó eitt sindur øðrvísi enn aðrir morgnar. Ein fullur maður, sum plagar at sita runt umkring í býnum, var í bussinum henda morgunin. Hann var í ringum lag, og tá eg kom í bussin byrjaði hann beinaveg at rópa eftir mær. Eg ignoreraði hann og tað ilskaðist hann av. Skeldsorðini blivu ógvusligari og ógvusligari. Hann lovaði at neyðtaka meg, og tá eg enn ikki reageraði, bleiv tað til, at eg skuldi neyðtakast í reyvina, og hann greiddi frá í grafiskum detaljum, hvussu ógvusligt tað skuldi vera. Eg kendi tað sera óbehagiligt, men føldi meg ikki beinleiðis hóttan. Skúlin var í summafrí, so tað vóru tíbetur eingin børn í bussinum og fá onnur fólk. Men eg undraðist á, at bussførarin bara lat standa til, og fyri so vítt eisini maðurin, sum beint við meg. Vit koma oman í Steinatún, eg reisi meg upp og má forbí mannin. Tá kemur hann aftan á mær. Eg kviki mær út, maðurin rennir aftan á og roynir at fáa fatur á mær, meðan hann brølar, at hann skal neyðtaka meg! Hvørki bussførari ella viðpassagerar gera nakað. Tað er akkurát sum um hetta slett ikki hendir. Eg endi við at renna oman á arbeiðsplássið, sum tíbetur var tætt við. Eg havi ongantíð følt meg tryggan í bussinum aftur. Bussførarar hava opinbart onga ábyrgd av, hvat bumsar o.o. gera við onnur fólk í bussinum.

Svav hjá mínari vinkonu

Eg og mínir arbeiðis kollegar vóru farin út eitt kvøldið fyri at hugna okkum saman. Tað bleiv drukkið og sungið sum vanligt. Eitt sera gott kvøld. Fòru oman í býin gingu frá barr til barr. Tá kvøldið var við at enda, fór eg heim við mínum starvsfelaga (sum er ein kvinna) og skuldi yvirnátta hjá henni. Ein mannligur starvsfelagi kom eisini at yvirnátta. Vit svóvu í hvør sínum rúmi. Eg var rættluliga full tá eg fór í song, og vil siga at eg datt av. Eg vaknaði einaferð við at hesin kollegin hevði lagt seg í mína song, har hann hevði fingið blusuna uppum hjá mær og slikkaði míni bróst, meðan hansara hond var í trussunum. Eg vendi mær á og spurdi hvat hann gjørdi?! Einasta hansara svar var: “Eg helt tú vart við uppá tað!”

Forfylgd úr morgunbussinum, men kláraði akkurát at sleppa undan

Eg eri 25 ára gomul og lesi niðri í Århus, har eg búgv einsamøll til framleigu í eini íbúð í útkantinum av býnum. Tað er vikuskifti, og eg havi verið í býnum saman við vinfólkum. Vit eru á vertshúsi, og tíðin rennur undan mær, so eg gerist ov sein til síðsta náttbussin og má tí taka fyrsta morgunbussin, tí eg havi ikki ráð at taka ein taxabil. Vertshúsið letur aftur kl. 5.00, og vinfólkini fara heim á súkklu, men eg má bíða eftir bussinum. Trupulleikin er, at fyrsti bussurin koyrir ikki fyrr enn kl. 6.00, so í tímanum ímillum 5.00 og 6.00, má eg ganga aftur og fram á vegnum, har steðgistaðið er.

Fleiri onnur savnast við steðgistaðið at bíða eftir bussinum, harímillum ein maður, sum eg leggi merki til alla tíðina sendir eyguni eftir mær. Mær dámar einki, men royni at látast sum luft.

Endiliga kemur bussurin. Eg fari upp í bussin og seti meg mitt í bussin. Maðurin kemur eisini upp í bussin og gongur fram við mær. Hann gløðir at mær við einum smørligum smíli og setur seg á setrið beint aftanfyri meg.
Bussurin fer avstað, og tað gongur ikki long tíð, so føli eg hendur hansara koma aftanífrá. Hann kelar hárið og roynir eisini at røkka longur niður. Eg vendi mær á og biði hann halda fingrarnar fyri seg sjálvan. Men hann gevst ikki. So eg reisi meg upp og flyti meg. Hann verður sitandi.

Eg fari fram til busssjafførin fyri at siga, at hesin maðurin generar meg, men busssjafførurin er útlendingur og skilir ikki, hvat eg sigi, so eg gevi upp og seti meg bara á setrið beint aftanfyri busssjafførin. Eg skeiti eftir manninum har afturi fyri at vita, hvat hann ger. Hann situr bara og starir at mær og smílist so løgið.

Eg búgvi nokk so langt burturi, so fleiri og fleiri fólk fara úr bussinum. Eg vóni og biði til Gud um, at maðurin fer úr bussinum saman við hinum fólkunum, áðrenn eg skal úr bussinum, men at enda sita bara eg og hann eftir í bussinum. Eg blívi meira og meira nervøs og hugsi, at eg kundi koyrt bara allan vegin til endastøðina og aftur, men hugsi so, at kanska er tað for býtt allíkavæl. Eg eri móð og vil bara heim sum skjótast, so eg taki kjansin. Kanska billi eg mær bara inn, at maðurin er eftir mær.

Eg trýsti á STOP knøttin í seinastu løtu, beint áðrenn steðgistaðið, har eg skal av. Bussurin steðgar, og eg fari úr bussinum. Fyrst haldi eg, at eg fari einsamøll úr bussinum. Tað lættir fyri hjartanum, men so síggi eg, at maðurin kemur út úr aftara endanum á bussinum. Á nei, hugsi eg.

Eg skal yvir um vegin og ganga einar tveir blokkar fyri at koma heim, men má bíða eftir grøna ljósinum. Maðurin kemur gangandi beint yvir til mín – enn við hasum undarliga smílinum. Eg royni at gera meg stóra og vendi mær við fyri at konfrontera hann. “Hvad vil du?” spyrji eg hann beinleiðis við so myndugari rødd, sum eg klári at gera hana. Hann svarar við einum spurningi: “Har du ild?”

Eg látist sum um um eg fari niður í hondtaskuna hjá mær fyri at leita eftir eldi. Men so verður grønt ljós, og eg leypi yvir um vegin og speli avstað alt tað, eg kann. Eg vendi mær við og síggi, at hann kemur rennandi aftaná mær. Hjarta søkkur í bróstinum á mær. Klári eg at renna teir tveir blokkarnar, áðrenn hann fær meg aftur?

Adrenalinið koyrir runt í kroppinum á mær, so helst gevur tað mær eyka styrki til at renna, so eg nái at renna teir tveir blokkarnar, har eg búgvi í fyrstu uppgongdini beint um hornið, uttan at hann fær meg aftur. Hurðin er altíð opin til uppgongina, so eg leypi inn og upp gjøgnum trappurnar, minst fýra-fimm trapputrin á gangin. Eg búgvi á fimtu hædd, so tað er langt upp.

Eg eri komin upp á mitt millum aðru og triðju hædd, tá eg hoyri úthurðina fara upp, so eg steðgi á trappuavsatsinum, fyri at hann ikki skal hoyra meg ganga á trappunum. Eg biði til Gud um, at hann gevur upp og fer avstað. Men so hoyri eg, at onkur kemur upp gjøgnum trappurnar. Eg hyggi niðurimillum handlistarnar á trappuni og síggi eina mannfólkahond flyta seg kvikliga niðan eftir trappuhandlistanum heilt har niðri, so har er einki at gera enn at renna allan vegin upp, so skjótt eg kann.

Tá hann hoyrir meg renna, hoyri eg, at hann eisini setir ferðina upp, men eg nái at renna allan vegin upp til til íbúðina á fimta sali og at læsa meg inni, áðrenn hann kemur so langt. Hann veit so vónandi ikki, akkurát hvørja íbúð, eg fór inn í, men eg taki ongan kjans, og barrikaderi hurðina við eini kommodu, sum stendur í gongini. Eg ristist øll, sum eg eri, og klári ikki at standa á beinunum longur og má seta meg á ein krakk í gongini. Eg lurti, men hoyri einki. Bíði leingi, men har hendir ikki meira. Maðurin hevur helst uppgivið.

Skelkurin er so stórur, at eg eg tori ikki at fara út í fleiri dagar aftaná, tí nú veit eg, at hesin maðurin veit nøkurlunda, hvar eg búgvi. Hvat um hann kemur aftur eftir mær? Hetta er beint áðrenn eina próvtøku, og eg tori ikki ein gang at fara til próvtøkuna, so eg dumpi í fyrsta umfari. Tíbetur skal eg flúgva heim til Føroyar í summarferiu nokkso skjótt aftaná, so eg sleppi burtur frá íbúðini. Tá eg fari niður aftur aftaná summarferiuna, havi eg fingið eina kollegiuíbúð at búgva í inni í miðbýnum, men eg eri ordiliga bangin, at hesin maðurin skal finna meg aftur og finna út av, hvar eg búgvi. Tíbetur síggi eg hann ongantíð aftur.