Eg eri 25 ára gomul og lesi niðri í Århus, har eg búgv einsamøll til framleigu í eini íbúð í útkantinum av býnum. Tað er vikuskifti, og eg havi verið í býnum saman við vinfólkum. Vit eru á vertshúsi, og tíðin rennur undan mær, so eg gerist ov sein til síðsta náttbussin og má tí taka fyrsta morgunbussin, tí eg havi ikki ráð at taka ein taxabil. Vertshúsið letur aftur kl. 5.00, og vinfólkini fara heim á súkklu, men eg má bíða eftir bussinum. Trupulleikin er, at fyrsti bussurin koyrir ikki fyrr enn kl. 6.00, so í tímanum ímillum 5.00 og 6.00, má eg ganga aftur og fram á vegnum, har steðgistaðið er.
Fleiri onnur savnast við steðgistaðið at bíða eftir bussinum, harímillum ein maður, sum eg leggi merki til alla tíðina sendir eyguni eftir mær. Mær dámar einki, men royni at látast sum luft.
Endiliga kemur bussurin. Eg fari upp í bussin og seti meg mitt í bussin. Maðurin kemur eisini upp í bussin og gongur fram við mær. Hann gløðir at mær við einum smørligum smíli og setur seg á setrið beint aftanfyri meg.
Bussurin fer avstað, og tað gongur ikki long tíð, so føli eg hendur hansara koma aftanífrá. Hann kelar hárið og roynir eisini at røkka longur niður. Eg vendi mær á og biði hann halda fingrarnar fyri seg sjálvan. Men hann gevst ikki. So eg reisi meg upp og flyti meg. Hann verður sitandi.
Eg fari fram til busssjafførin fyri at siga, at hesin maðurin generar meg, men busssjafførurin er útlendingur og skilir ikki, hvat eg sigi, so eg gevi upp og seti meg bara á setrið beint aftanfyri busssjafførin. Eg skeiti eftir manninum har afturi fyri at vita, hvat hann ger. Hann situr bara og starir at mær og smílist so løgið.
Eg búgvi nokk so langt burturi, so fleiri og fleiri fólk fara úr bussinum. Eg vóni og biði til Gud um, at maðurin fer úr bussinum saman við hinum fólkunum, áðrenn eg skal úr bussinum, men at enda sita bara eg og hann eftir í bussinum. Eg blívi meira og meira nervøs og hugsi, at eg kundi koyrt bara allan vegin til endastøðina og aftur, men hugsi so, at kanska er tað for býtt allíkavæl. Eg eri móð og vil bara heim sum skjótast, so eg taki kjansin. Kanska billi eg mær bara inn, at maðurin er eftir mær.
Eg trýsti á STOP knøttin í seinastu løtu, beint áðrenn steðgistaðið, har eg skal av. Bussurin steðgar, og eg fari úr bussinum. Fyrst haldi eg, at eg fari einsamøll úr bussinum. Tað lættir fyri hjartanum, men so síggi eg, at maðurin kemur út úr aftara endanum á bussinum. Á nei, hugsi eg.
Eg skal yvir um vegin og ganga einar tveir blokkar fyri at koma heim, men má bíða eftir grøna ljósinum. Maðurin kemur gangandi beint yvir til mín – enn við hasum undarliga smílinum. Eg royni at gera meg stóra og vendi mær við fyri at konfrontera hann. “Hvad vil du?” spyrji eg hann beinleiðis við so myndugari rødd, sum eg klári at gera hana. Hann svarar við einum spurningi: “Har du ild?”
Eg látist sum um um eg fari niður í hondtaskuna hjá mær fyri at leita eftir eldi. Men so verður grønt ljós, og eg leypi yvir um vegin og speli avstað alt tað, eg kann. Eg vendi mær við og síggi, at hann kemur rennandi aftaná mær. Hjarta søkkur í bróstinum á mær. Klári eg at renna teir tveir blokkarnar, áðrenn hann fær meg aftur?
Adrenalinið koyrir runt í kroppinum á mær, so helst gevur tað mær eyka styrki til at renna, so eg nái at renna teir tveir blokkarnar, har eg búgvi í fyrstu uppgongdini beint um hornið, uttan at hann fær meg aftur. Hurðin er altíð opin til uppgongina, so eg leypi inn og upp gjøgnum trappurnar, minst fýra-fimm trapputrin á gangin. Eg búgvi á fimtu hædd, so tað er langt upp.
Eg eri komin upp á mitt millum aðru og triðju hædd, tá eg hoyri úthurðina fara upp, so eg steðgi á trappuavsatsinum, fyri at hann ikki skal hoyra meg ganga á trappunum. Eg biði til Gud um, at hann gevur upp og fer avstað. Men so hoyri eg, at onkur kemur upp gjøgnum trappurnar. Eg hyggi niðurimillum handlistarnar á trappuni og síggi eina mannfólkahond flyta seg kvikliga niðan eftir trappuhandlistanum heilt har niðri, so har er einki at gera enn at renna allan vegin upp, so skjótt eg kann.
Tá hann hoyrir meg renna, hoyri eg, at hann eisini setir ferðina upp, men eg nái at renna allan vegin upp til til íbúðina á fimta sali og at læsa meg inni, áðrenn hann kemur so langt. Hann veit so vónandi ikki, akkurát hvørja íbúð, eg fór inn í, men eg taki ongan kjans, og barrikaderi hurðina við eini kommodu, sum stendur í gongini. Eg ristist øll, sum eg eri, og klári ikki at standa á beinunum longur og má seta meg á ein krakk í gongini. Eg lurti, men hoyri einki. Bíði leingi, men har hendir ikki meira. Maðurin hevur helst uppgivið.
Skelkurin er so stórur, at eg eg tori ikki at fara út í fleiri dagar aftaná, tí nú veit eg, at hesin maðurin veit nøkurlunda, hvar eg búgvi. Hvat um hann kemur aftur eftir mær? Hetta er beint áðrenn eina próvtøku, og eg tori ikki ein gang at fara til próvtøkuna, so eg dumpi í fyrsta umfari. Tíbetur skal eg flúgva heim til Føroyar í summarferiu nokkso skjótt aftaná, so eg sleppi burtur frá íbúðini. Tá eg fari niður aftur aftaná summarferiuna, havi eg fingið eina kollegiuíbúð at búgva í inni í miðbýnum, men eg eri ordiliga bangin, at hesin maðurin skal finna meg aftur og finna út av, hvar eg búgvi. Tíbetur síggi eg hann ongantíð aftur.