Royndi at taka bara 14 ára gamla við valdi

Eg var 14 ára gomul og júst farin at ganga í diskotek. Eg gekk í vanligum cowboyklæðum, sjómanstroyggju og tuflum, sum var so vanligt tá. Hóast diskotekið endaði kl. 01.00 um náttina, hevði eg lovað foreldrunum at koma heim áðrenn midnátt.

Eg gekk einsamøll heim. Tað sirmaði. Á vegnum legði eg merki til, at ein maður gekk nakað aftanfyri meg. Eg setti ferðina upp, skeitti aftur um meg og legði merki til, at maðurin eisini setti ferðina upp. Tað var týðiligt, at hann elti meg. Hann mundi vera minst eini 10-15 ár eldri enn eg.

Eg fór at renna, og maðurin fór eisini at renna. Eg spelaði alt, eg kundi, og var næstan komin heim, tá maðurin fekk fatur á mær. Hann spurdi, hví eg rann undan honum. Hann vildi bara tosa við meg, segði hann, og tók fast um armin á mær. Eg var bangin og royndi at ríva meg leysa, men hann helt so fast, at eg fekk ilt. Hann mølmaði okkurt um, hví gentur vóru so forbannað óndar við seg. “Hví vilja tit ikki tosa við meg, ha? Hvat fanin feilar tykkum?”

Hann hálaði meg inn móti sær og royndi at mussa meg. Eg merkti tann ringa andan og rópti, at hann skuldi lata vera. Eg hugdi í panikki at vindeygunum í húsunum hjá okkum í vónini um, at foreldrini hoyrdu mína neyð og komu út at bjarga mær, men tey lógu helst í fasta svøvni. Har var bølmyrkt.

“Ert tú einsamøll heima?” spurdi hann og hálaði meg yvir ímóti portrinum. Fyri at kunna lata portrið upp, noyddist hann at sleppa mær við aðrari hondini. Eg tók kjansin, nú hann bert helt mær við einari hond og kláraði at ríva meg leysa. Eg rann so skjótt, sum eg yvirhøvur kundi, yvir til eini grannahús, har ein vinkona búði.

Maðurin var í hølunum á mær. Eg tvísporaði upp gjøgnum trappurnar og bað til Gud um, at hurðin ikki var læst. Tað var hon tíbetur ikki. Eg leyp inn í uttaru gongina. Innara hurðin var læst. Tíbetur var uttara hurðin av einum slag, sum kundi læsast innanífrá uttan lykil. Eg náddi at læsa hurðina, beint áðrenn maðurin tók í hana.

Hann stóð eina løtu og skrykti í hurðina, meðan eg stóð hjartkipt beint innanfyri. At enda gav hann upp og fór avstað. Eg tordi ikki at vekja tey, sum helst svóvu inni í húsinum og stóð minst ein tíma í gongini, áðrenn eg vágaði mær út aftur og heim.

Foreldrini vaknaðu, tá eg komi heim, og eg segði teimum frá tilburðinum. Tey vóru hørm um, at tey ikki vóru vaknað. Tey ringdu til politiið at melda mannin, men politiið segði, at teir kendu hann væl, men tað var einki, teir kundu gera við tað, so leingi sum maðurin ikki veruliga hevði gjørt seg inn á meg. So hendi einki meir. Eftir hetta tordi eg ikki at ganga einsamøll heim longur, tá eg fór í býin.