Eg sat í býarbussinum á veg oman í Steinatún ein morgun fyri nøkrum árum síðan. Klokkan gekk til 8, eg skuldi til arbeiðis. Ein vanligur gerandismorgun. Hesin dagurin byrjaði tó eitt sindur øðrvísi enn aðrir morgnar. Ein fullur maður, sum plagar at sita runt umkring í býnum, var í bussinum henda morgunin. Hann var í ringum lag, og tá eg kom í bussin byrjaði hann beinaveg at rópa eftir mær. Eg ignoreraði hann og tað ilskaðist hann av. Skeldsorðini blivu ógvusligari og ógvusligari. Hann lovaði at neyðtaka meg, og tá eg enn ikki reageraði, bleiv tað til, at eg skuldi neyðtakast í reyvina, og hann greiddi frá í grafiskum detaljum, hvussu ógvusligt tað skuldi vera. Eg kendi tað sera óbehagiligt, men føldi meg ikki beinleiðis hóttan. Skúlin var í summafrí, so tað vóru tíbetur eingin børn í bussinum og fá onnur fólk. Men eg undraðist á, at bussførarin bara lat standa til, og fyri so vítt eisini maðurin, sum beint við meg. Vit koma oman í Steinatún, eg reisi meg upp og má forbí mannin. Tá kemur hann aftan á mær. Eg kviki mær út, maðurin rennir aftan á og roynir at fáa fatur á mær, meðan hann brølar, at hann skal neyðtaka meg! Hvørki bussførari ella viðpassagerar gera nakað. Tað er akkurát sum um hetta slett ikki hendir. Eg endi við at renna oman á arbeiðsplássið, sum tíbetur var tætt við. Eg havi ongantíð følt meg tryggan í bussinum aftur. Bussførarar hava opinbart onga ábyrgd av, hvat bumsar o.o. gera við onnur fólk í bussinum.