Hann vildi hava sex afturfyri mat

Eg eri 19 ára gomul, og havi framleigað eitt kamar á einum kollegii í Keypmannahavn í tríggjar mánaðar alt summarið. Eg ætli mær at royna at finna okkurt at gera í býnum og okkurt fast at búgva í. Eg eri farin ein túr í býin einsamøll at hyggja meg um og geri av at fara ein túr inn í Tivoli, tí haðani havi eg mong góð minni frá mínum barndómi.

Eg gangi runt har inni eina løtu, tí eg havi ikki ráð til at royna nakað av undirhaldinum, so eg seti meg niður á ein bonk at hyggja at fólki stuttleika sær. Ein maður, sum helst er síðst í 20’unum setir seg við síðuna av mær og vendir sær til mín á enskum. Vit koma í prát og tosa um leyst og fast. Hann er lesandi, kemur úr Onglandi og sigur seg vera á gjøgnumferð, so hann ætlar sær bara at vera í Keypmannahavn í nakrar dagar.

Eftir at vit hava prátað eina góða løtu, sigur hann, at hann er svangur og spyr, um hann ikki eisini kann bjóða mær okkurt at eta. Eg sigi ja takk, tí eg havi lítið og einki av pengum og eri gorhungrað. Hann sigur, at tað er so dýrt at eta í Tivoli, men hann býr nær við og kennir eitt stað beint við har, sum hann býr, har vit kunnu fáa bíligan mat at eta.

Vit fara út úr Tivoli á tí síðuni, sum vendir móti høvuðbanagarðinum. Hann førir ann, og vit ganga gjøgnum høvuðbanagarðin og út aftur hinumegin, út á Istedgade. Eg havi ongantíð verið har fyrr og byrji at gerast eitt sindur ótrygg, tí eg havi jú hoyrt um, at Istedgade er eitt ótrygt stað at ferðast. Eg sigi við hann, at mær dámar einki. Hann biður meg taka tað róligt, tí so ringt er tað ikki. Matstaðið er beint har í byrjanini av Istedgade. Vit fara inn á matstaðið og fáa okkum ein bita.

Meðan vit eta, broytist hann og byrjar hann at vera eitt sindur ov nærgangandi, Hann spyr, um eg ikki vil koma við honum uppá kamarið hjá sær. Tað er beint við síðuna av. Mær dámar einki og takki nei, so fólkaliga eg kann. Tað var ikki tað, sum eg ætlaði, at hetta skuldi enda við, so eg eri ikki unnilig við støðuna og royni at flyta meg longur burtur frá manninum. Eg skundi mær at eta meg lidna, takki fyri meg og sigi, at eg má fara. Hann biður meg ikki fara, men eg sigi, at tað má eg, reisi meg upp og fari út.

Hann fylgir eftir mær út á gøtuna og tekur í armin á mær og heldur mær fast. – Nú havi eg keypt tær mat og varta teg upp og alt, og so fert tú bara? Tað kanst tú ikki vera bekent, sigur hann. Eg biði orsaka, men eg má fara, tí hetta var ikki tað, eg ætlaði, sigi eg. Hann gerst smáfirtin. – Kom nú. Ver ikki so. Eg búgvi beint her, sigur hann og roynir at hála í meg yvir móti uppgongdini beint við síðuna av matstaðnum. Eg sigi nei, tað havi eg ikki hug til, enn meira avgjørd enn áður.

Knappliga er hann sum hamskiftur, fer illur aftur um meg og skumpar meg harðliga yvir ímóti hurðini. Eg blívi bangin og hyggi rundan um meg í vónini um, at onkur kemur til hjálpar, men fólk ganga bara framvið og látast ikki um vón. Eg kenni meg sum einsamallasta menniskja í heiminum her mitt í yðjandi lívinum á Istedgade.

Tá maðurin skal læsa hurðina upp, er hann noyddur at sleppa takinum, so eg skundi mær at ríva meg leysa og renni avstað. Hann rópar eftir mær: – You fucking bitch!, men kemur kortini ikki aftaná mær. Eg ristist øll, sum eg eri, leingi aftaná.

Eg vildi bara hjálpa

Eg eri 19 ára gomul og eri í býnum seint eitt vikuskifti. Eg síggi ein mann liggja á gøtuni dýrandi fullur. Hann roynir at reisa seg, men dettur hvørja ferð niður aftur. Hann hevur meiðslað seg á kjálkan og bløðir. Hetta er ein maður, sum eg veit, at foreldrini kenna. Eg taki synd í manninum og fái fatur á einum taxabili, sum kann koyra mannin heim.

Taxasjafførurin noktar at koyra mannin, uttan so at eg komi við, tí maðurin er so fullur, at tað fæst næstan ikki lív í hann, og taxasjafførurin vil ikki hava ábyrgd av manninum. Eg sigi ja og fari við, so eg kann syrgja fyri, at maðurin kemur úr bilinum og inn til sín sjálvs. Vit koyra heim til mannin, og eg fái onkusvegna bukserað hann inn í sína song, har hann liggur næstan uttan vit.

Men tá eg royni at reinsa sárið á kjálkanum, raknar hann við og tekur knappliga í meg, heldur fast og sigur: “Kom í song við mær!” Eg sigi nei – tað var ikki tí, eg var komin inn við honum. Hann gerst illur við meg og roynir at hála meg niður í songina. “Jú, tú skalt!” Eg berjist sum fyri lívinum at sleppa leys. Tíbetur er maðurin ikki so stórur, og hann er so mikið fullur, at hann hevur ikki so nógvar kreftir til at blíva við at halda mær.

Aftaná at hava barst við hann eina løtu, eydnast tað mær endiliga at sleppa leys, og eg skundi mær at renna út úr kjallaraíbúð hansara. Maðurin liggur eftir á seingini og grætur. “Helvitis lort!” rópar hann. Skelkurin situr leingi aftaná í mær.

Í svimjihylinum

Eg eri 18 ára gomul og á útferð á bygd saman við øðrum ungum, har vit hava havt eina framførslu á einum skúla. Ein av okkum hevur lykil til skúlan. Ein svimjihylur er í skúlanum, og uttanífrá hava vit sæð gjøgnum vindeyguni, at hylurin er fullur av vatni. Vit gera av at sníkja okkum inn á skúlan fyri at svimja í svimjihylinum. Einasta ljósið í svimjihøllini er ljósið niðri í sjálvum hylinum. Annars er tað myrkt í høllini, men ljósið frá hylinum er ivaleysa nóg mikið til at síggja.

Í einum síðurúmi til svimjihøllina liggja ein rúgva av handkløðum, so tann trupulleikin er loystur. Men eingin av okkum hevur hvørki svimjiklæðir ella skiftiklæðir við, so hvat er at gera. Ein av okkum er bragdligur. “Eg skíti á tað. Eg lati meg bara úr øllum klæðunum og svimji nakin”, sigur hann, letur seg úr og leypur út í hylin. Ein fyri og annar eftir ger tað sama. Eisini eg. Vit svimja nakin, kenna okkum frí og hava tað stuttligt leingi í svimjihylinum.

Men nú einaferð verður loftsljósið knappliga tendrað, og pedellurin á skúlanum kemur inn í svimjihøllina. “Eg helt meg hoyra onkran inni her…” sigur hann og steðgar bráddliga á, ovfarin yvir tað, sum hann sær. Fyrst hevur hann lyndi til at ilskast, og spyr hvør hevur givið okkum loyvi til hetta. Fleiri av okkum koma snópin upp úr hylinum ymsastaðni kring hylin og byrja at turka okkum.

Men so er tað eins og pedellurin verður fangaður av fría stemninginum. Hann skiftir meining, sløkkir loftsljósið aftur og kemur gangandi yvir ímóti mær. Hann smílist til mín, sum eg standi har nakin í bleiktrandi bláa ljósinum frá svimjihylinum, tekur í handklæði og spyr, um eg ikki vil hava hjálp til at turka mær.

Eg gerist kløkk av honum og sleppi mær undan honum inn í lítla síðurúmið við handkløðunum, tí har liggja klæðini hjá mær. Men maðurin fylgir aftaná mær. Hann tekur eitt handklæð og byrjar at turka mær, hóast eg sigi, at hann skal lata vera. Hann er alt annað enn ein, sum eg eri drigin at. Hendur hansara eru allastaðni á mær. Eg kenni meg í dýrastu neyð, tí tað er týðuligt, at maðurin gerst alt meira græður og er við at missa tamarhaldið á sær sjálvum.

Rúmið er lítið, og eg sleppi ikki út, tí hann stendur fyri hurðina, so eg rópi hart navnið á einum av dreingjunum, sum eg gangi saman við hesa tíðina. Hann hoyrir tíbetur mítt neyðarróp og kemur rennandi inn. “Hvat gert tú, maður!” rópar hann. Pedellurin raknar líkasum við og biður orsaka. “Eg veit ikki, hvat gekk av mær….” Eg skundi mær at taka klæðini hjá mær út úr lítla rúminum og so skjótt, sum eg yvirhøvur kann, lati eg meg í tey uttanfyri úti í svimjihøllini, og sleppi mær avstað.

Avruddari

Eg eri 18 ára gomul og arbeiði í barrini á einum dansistað sum avruddari. Eg gangi runt og samli tómar fløskur, koyri fløskurnar í ølkassar og beri kassarnar út í eitt goymslurúm við úthurðina. Eftir midnátt koma alt fleiri fólk, so tað gerst rættiliga trongligt, har sum eg gangi aftur og fram – ov trongt til at kunna bera ølkassarnar framman fyri mær. Eg noyðist at bera ølkassarnar uppi á høvdinum til og frá barrini. So eg gangi har í mannamúgvuni við báðum ørmunum uppi fyri at halda ølkassanum á høvdinum uppá pláss.

Fleiri menn eru skjótir at nýta høvið til at taka uppundir meg. Tað er lætt hjá teimum, tí eg eri verjuleys, av tí at báðir armar eru upptiknir av at halda kassanum. Hetta hendir ikki bara eitt kvøld, men fleiri kvøld – og tað er ikki bara ein, men fleiri ymiskir menn, sum taka uppundir meg. Eg rópi eftir teimum hvørja ferð, og biði teir skrubba av og halda fingrarnar fyri seg sjálvar. Teir flenna bara býtt afturímóti.

Eitt kvøldið haldi eg, at nú er nógv meira enn nóg mikið. Eg finni meg ikki í hesum. Eg má gera okkurt. So tá aftur ein tekur upp undir meg, so nýti eg høvið, lammi knæið av øllum alvi upp millum beinini á honum og raki bollarnar hjá honum. Hann ringir seg saman í pínu, meðan eg hugsi: “Gott av tí. So kanst tú læra at halda fingrarnar vekk”.

Taxasjafførurin

Eg eri 17 ára gomul. Vikuskifti er, og eg havi verið í býnum og eri á veg heim. Eg havi ongan funnið at fylgjast heim við, sum eg plagi. Av tí at eg tori so illa at ganga einsamøll heim, gangi eg yvir til eina bilstøð í býnum og biði um ein taxa. Ein taxasjafførur stendur uttanfyri og bjóðar sær til at koyra meg heim. Hann sigur, at hann í veruleikanum hevur fingið frí, men eftirsum tað eri eg, so vil hann fegin koyra meg. Sjálvur er hann helst um 35-40 ára aldur og sostatt nógv eldri enn eg.

Tá vit koyra avstað, sigur hann, at hann líka noyðist heim til sín sjálvs á vegnum at gera okkurt. Hvat minnist eg ikki. Eg sigi bara, at tað er í lagi. Tá vit standa uttanfyri húsið, har hann býr, spyr hann meg, um eg ikki vil koma inn at bíða eftir honum. Hann kann bjóða mær ein drekkamunn ímeðan. Mær dámar einki, og sigi, at eg heldur vil bíða í bilinum.

Hann verður eitt sindur pásetligur og sigur, at hann hevði jú frí, og tað passaði honum illa at skula koyra meg heim, men hann valdi at gera tað kortini, so hann ger mær faktiskt eina tænastu, so hví vil eg ikki gera honum tann beina at drekka ein drekkamunn saman við honum. Eg havi ikki ordiliga hug til at drekka ein drekkamunn, sigi eg, so eg bíði bara her.

So gerst hann knappliga smáfirtin og sigur, at um eg skal vera so ‘besverlig’, jamen, so kann eg líka so gott bara ganga heim. Eg kvøkki við, tí eg eri langt heimanífrá og hetta er eitt eitt sindur oyðið og myrkt stað, so tað tori eg ikki. Hart sperd gangi eg við til at fara við honum inn. “Okay, ein lítlan drekkamunn og so fara vit, ha?” spyrji eg. “Jú, jú”, sigur hann.

Tá vit eru komin inn, biður hann meg koma við sær uppá loftið, tí tað er har, hann býr. Eg fari við, men eri ikki unnilig við støðuna. Vóni bara tað besta. Kanska er tað bara eg, sum eri paranoid, hugsi eg.

Men vit eru ikki meira enn komin uppá, so skumpar hann meg frammanfyri sær inn í eitt lítið sovikamar við skráveggjum, hálar meg við sær niður á seingina og byrjar at vilja lata meg úr buksunum. Eg blívi so kløkk, at eg næstan lammist, men royni at sleppa mær undan kortini. Men hann heldur mær fast og sigur, at nú eru vit komin so langt, og eg eri sjálv komin inn við honum, so “tú manst nokk sjálv hava viljað hetta her”. Eg sigi, at tað var ikki tí, eg kom við inn. Hann gerst firtin, og sigur: “Nei, nú er ikki at bakka. Tú hevur sjálv biðið um tað. Tú komst inn við mær, so um tú bakkar nú, so ert tú ein helvitis narrifisa.”

Innantanna hugsi eg, at eg sikkurt sjálv havi skyldina í, at eg eri komin í hesa støðuna. Onkursvegna er tað eydnast honum at geva mær ringa samvitsku. Maðurin er haraftrat nógv eldri og sterkari enn eg, so eg ræðist hann. Hann virkar so illur, so hvat hendir, um eg geri mótstøðu? Man hann gerast harðligur? Eg rokni út, at eg ongan kjans havi, so eg hugsi, at tað loysir seg kanska best at spæla við, og bara fáa tað yvirstaðið fyri at koma frá hesum uttan fysiskan mein. So tá hann byrjar at lata meg úr, so lati eg hann gera tað.

Hann letur seg úr buksunum eisini og so trýstir hann seg inn í meg. Alt innaní mær strittar ímóti, men eg liggi bara pinnastill og lati hann gera seg lidnan. Tá hann er liðugur, leggur hann seg innast og sovnar – ella kanska letst hann bara at sovna. Eg reisi meg upp úr seingini, lati meg í buksurnar og sníki meg stillisliga avstað.

Og so gangi eg einsamøll heim, bangin og við spýggjandi vamli – mest fyri mær sjálvari, at eg lat meg blíva misnýttað so. Eg kenni meg neyðtiknað, men tori ikki at siga tað fyri nøkrum, tí eg haldi, at eg sjálv havi skyldina.

Uttan samtykki

Eg var syrgin ta kvøldið, tí omma mín var farin burtur dagin fyri. Eg fór í eina veitslu, sum lovað, og so hevði eg drukkið alt ov nógv. Tað síðsta, eg mintist, var at eg var sera køld í býnum og gekk og tosaði við vinfólkum, og hetta var umleið kl. 23:00. Aftaná tað var alt svart, og eg vakni dagin eftir við einum fremmandum, naknum manni í míni song. Eg varnist, at vit hava havt samlegu, og spyrji hann. Hann sigur ja og flennir. Hann greiðir frá, at tað var eitt hugnaligt kvøld, hvat hann eitur og so víðari. Eg føldi meg illa við og skammaðist, eg hevði mist álit og alla virðing fyri mær sjálvari. Eg varð kedd um, at vit høvdu sovið saman, tí sum kristin gekk eg høgt uppí at vera rein og at sex er nakað serligt millum tvey, sum elska. Men eg helt tað var mín skyld, tí eg skuldi ikki drukkið og tað sæst ofta ikki á mær, tá eg eri full, so tað kundi hann ikki vita.

Nakrar dagar seinni tosaði eg við eina vinkonu, og fekk at vita, at eg var sera full ta náttina og lítið gongufør, og at eg tosaði svart. Eg fór avstað við honum um 04:00 tíðina. Eg vildi spýggja av at hugsa um, at hann hevði verið saman við eini gentu, sum eyðsæð var ovdrukkin og ikki før fyri at geva samtykki. Tá føldi eg meg neyðtikna.

Síðan tosaði eg við tvær vinkonur um hetta, men tær vóru ósamdar, tað kundi ikki rópast neyðtøku, bara ein ljót gerð.

Eg hevði lágt sjálvirði, tí eg helt ikki, at eg var líka nógv verd longur, tí eg hevði ongantíð havt eitt “one-night stand” fyrr. Nakrar vikur aftaná drakk eg meg sera fulla saman við einum manni, og eg hevði eina líkasæla kenslu, eg vildi bara vera full og tímdi ikki at ansa eftir mær. Dagin eftir vaknaði eg, og vit lógu nakin saman. Hann byrjaði at nerta míni bróst, og eg segði, at eg heldur vildi bíðja við at hava sex. Hann flenti, og segði, at tað høvdu vit longu havt.

Nú veit eg, at mítt ringa sjálvvirði ikki var, tí eg einki var verd, men tí menn ikki vísti mær ta virðing, sum eitthvørt menniskja eigur at fáa.

Míni teenage-ár

Frá eg var 14 til 19 gekk eg saman við einum fittum fýri, altso eg sigi fittur, tí tað haldi eg veruliga hann var. Hann var bara eitt barn næstan ha? Men vit høvdu faktiskt ikki eitt serliga gott parlag, um eg hugsi aftur á tað. Hann var 2 ár eldri enn eg. Faktiskt so minnist eg aftur á okkara sexlív, sum eitt sindur traumatiskt. Eg dugi sindur illa at greiða frá. Men tað var altíð uppá hansara præmissur. Hann skuldi bara hava hann inn og út, koma og so legði hann seg at sova. Eg græt ofta aftaná. Soleiðis haldi eg faktiskt tað var meira ella minni allatíð hasi 5 árini.

Nú eri eg komin langt uppí 30 árini, og eg haldi hetta traumi situr í mær onkursvegna. Eg byrji at koma at kenna mín kropp og míni mørk uppá ein annan máta nú, men eg tað er akkurát sum hendan grundfatanin av, at mín kroppur er til fyri at tilfredsstilla onkran annan situr í mær. Eg skal læra meg at lata upp og vera meira sensuel uppá MÍNAR præmissur, hóast grundfatanin og byrjanin var so skeiv.

Óskyldigt bleiv til skyldigt

Eg var og vitjaði ein drong tá eg var umleið 18 ár, og hann var 19 ár. Vit høvdu skrivað eitt sindur saman, aftur og fram, og hann tyktist at vera sera áhugaður í mær, og somuleiðis eg í honum.
Hann búði tá á einum skúlaheimi, so tað var sera avmarkað, hvat vit kundu gera, tí hann hevði bert eitt kamar at vera í. Vit avgjørdu so at hyggja eftir einum filmi, og vit tosaðu gott saman um alt og einki, so kemiin var góð ímillum okkum. Eftir at filmurin var liðugur, byrjaðu vit at fríggja eitt sindur, og tað føldist gott, inntil hann royndi at fáa hondina niður í buksirnar á mær, og tað føldist ikki gott. Eg royndi at trýsta hann vekk, men hann var nógv sterkari enn eg. Til endans helt hann mær fast niðri og fekk faktist murtin inn í meg, men tá bleiv eg so kløkk og bangin, at eg skumpaði hann vekk og spurdi, hvat hundan hann gjørdi!
Hann bleiv eftir tað mega súrur og vildi næstan ikki tosa við meg og fór faktist oman til foreldrini at eta nátturða og har sat eg einsamøll í meir enn 2 tímar… Eg avgjørdi so at fara avstað, og eg hoyrdi einki aftur frá honum tað kvøldið. Eg royndi at skriva til hann, men fekk einki svar og teir næstu dagarnir lat hann sum um einki var hent og vildi møtast aftur. Tá segði eg nei takk, valdi at gloyma alt um tað, ið var hent og svaraði honum ongantíð aftur, tá hann skrivaði.

16 ár og í studentaskúla

Eg eri 16 ára gomul og gangi í 1. G á studentaskúla. Eg fari á mína fyrstu floksveitslu heima hjá einum av mínum floksfeløgum. Fleiri lærarar eru við. Fólk gerast fylri, sum kvøldið líður. Eisini ein av lærarunum.

Eg eri móð av at dansa og vil seta meg niður, men einki sitipláss er tøkt, so eg seti meg niður á gólvið og leni meg upp móti vegginum í stovuni aftanfyri ein lenistól. Fulli lærarin sær meg sita har og setir seg við síðuna av mær. Hann lenar seg inn móti mær, hyggur so syrgin uppá meg og mølmar okkurt um, at hann og konan hava tað ikki gott saman. “Hon skilir ikki, at ein maður hevur ávísan tørv,” sigur hann og hyggur biðjandi uppá meg.

Eg áni ikki, hvat eg skal siga til tað. Harraguð, eg eri bara 16 ára gomul, og maðurin er kanska í fjørutunum. Eg sigi bara, at tað er synd. Hann tekur um lærið á mær, byrjar at kráma og tekur um meg við arminum og følir uppá annað bróstið. Hetta fer langt um míni mørk.

Eg hugsi, um eg havi sent skeiv signal, og skundi mær at siga, at eg má fara á vesið og reisi meg upp. Restina av kvøldinum haldi eg meg so langt burtur frá honum, sum eg kann. Í skúlanum vikuna eftir, letst hann, sum um einki er hent, men hann er ikki longur líka blíður við meg restina av tíðini, eg gangi í studentaskúla, og líka mikið, hvat eg geri, tykist tað ikki sum eg kann fáa hægri enn miðal karakter frá honum, har eg annars klári meg væl í øllum øðrum fakunum.

Eg arbeiddi á barr

Eg arbeiddi á eini bar í umleið eitt ár, har eg hevði eina vakt um vikuna, við tí eina eigarinum. Í fyrstani var tað fínt, men hann byrjaði so smátt at “koma til” at røra mína reyv, tá hann gekk forbí meg, meðan vit arbeiddu. serliga tá barrin var full og eg ikki ordiliga fekk reagera. Hettar bleiv síðan til ordilig klíp, næstan hvørjufer hann gekk forbí meg. Eg bað hann gevast, men hann flenti og bað meg taka meg saman, tað skuldi bara takast sum rós. Soleiðis var næstan hvørja vakt og hóast eg bleiv óð, steðgaði hettar ikki. Hann plagdi at blíva rættiliga fullur síðst á kvøldinum og tí einu ferðina, tá vit høvdu stongt hurðanar, tók hann um báðar mínar hoftir og trýsti meg upp æt barrdiskinum. Eg bað hann steðga, men hann helt fast og byrjaði at trýsta seg upp æt mær og eg føldi hansara stíva murt á mær. Eg vildi bara skríggja og spýggja, men fekk onki sagt. Hann steðgaði bara, tí fólk komu og tóku í hurðina. Tá tók eg míni ting og fór heim, uttan eitt orð. Dagin eftir fekk eg boð um, at eg var koyrd og skuldi ikki møta upp aftur til arbeiðis.