Hann vildi hava sex afturfyri mat

Eg eri 19 ára gomul, og havi framleigað eitt kamar á einum kollegii í Keypmannahavn í tríggjar mánaðar alt summarið. Eg ætli mær at royna at finna okkurt at gera í býnum og okkurt fast at búgva í. Eg eri farin ein túr í býin einsamøll at hyggja meg um og geri av at fara ein túr inn í Tivoli, tí haðani havi eg mong góð minni frá mínum barndómi.

Eg gangi runt har inni eina løtu, tí eg havi ikki ráð til at royna nakað av undirhaldinum, so eg seti meg niður á ein bonk at hyggja at fólki stuttleika sær. Ein maður, sum helst er síðst í 20’unum setir seg við síðuna av mær og vendir sær til mín á enskum. Vit koma í prát og tosa um leyst og fast. Hann er lesandi, kemur úr Onglandi og sigur seg vera á gjøgnumferð, so hann ætlar sær bara at vera í Keypmannahavn í nakrar dagar.

Eftir at vit hava prátað eina góða løtu, sigur hann, at hann er svangur og spyr, um hann ikki eisini kann bjóða mær okkurt at eta. Eg sigi ja takk, tí eg havi lítið og einki av pengum og eri gorhungrað. Hann sigur, at tað er so dýrt at eta í Tivoli, men hann býr nær við og kennir eitt stað beint við har, sum hann býr, har vit kunnu fáa bíligan mat at eta.

Vit fara út úr Tivoli á tí síðuni, sum vendir móti høvuðbanagarðinum. Hann førir ann, og vit ganga gjøgnum høvuðbanagarðin og út aftur hinumegin, út á Istedgade. Eg havi ongantíð verið har fyrr og byrji at gerast eitt sindur ótrygg, tí eg havi jú hoyrt um, at Istedgade er eitt ótrygt stað at ferðast. Eg sigi við hann, at mær dámar einki. Hann biður meg taka tað róligt, tí so ringt er tað ikki. Matstaðið er beint har í byrjanini av Istedgade. Vit fara inn á matstaðið og fáa okkum ein bita.

Meðan vit eta, broytist hann og byrjar hann at vera eitt sindur ov nærgangandi, Hann spyr, um eg ikki vil koma við honum uppá kamarið hjá sær. Tað er beint við síðuna av. Mær dámar einki og takki nei, so fólkaliga eg kann. Tað var ikki tað, sum eg ætlaði, at hetta skuldi enda við, so eg eri ikki unnilig við støðuna og royni at flyta meg longur burtur frá manninum. Eg skundi mær at eta meg lidna, takki fyri meg og sigi, at eg má fara. Hann biður meg ikki fara, men eg sigi, at tað má eg, reisi meg upp og fari út.

Hann fylgir eftir mær út á gøtuna og tekur í armin á mær og heldur mær fast. – Nú havi eg keypt tær mat og varta teg upp og alt, og so fert tú bara? Tað kanst tú ikki vera bekent, sigur hann. Eg biði orsaka, men eg má fara, tí hetta var ikki tað, eg ætlaði, sigi eg. Hann gerst smáfirtin. – Kom nú. Ver ikki so. Eg búgvi beint her, sigur hann og roynir at hála í meg yvir móti uppgongdini beint við síðuna av matstaðnum. Eg sigi nei, tað havi eg ikki hug til, enn meira avgjørd enn áður.

Knappliga er hann sum hamskiftur, fer illur aftur um meg og skumpar meg harðliga yvir ímóti hurðini. Eg blívi bangin og hyggi rundan um meg í vónini um, at onkur kemur til hjálpar, men fólk ganga bara framvið og látast ikki um vón. Eg kenni meg sum einsamallasta menniskja í heiminum her mitt í yðjandi lívinum á Istedgade.

Tá maðurin skal læsa hurðina upp, er hann noyddur at sleppa takinum, so eg skundi mær at ríva meg leysa og renni avstað. Hann rópar eftir mær: – You fucking bitch!, men kemur kortini ikki aftaná mær. Eg ristist øll, sum eg eri, leingi aftaná.