Læknalesandi doyvdi meg og gjørdi seg kynsliga inná meg

Eg eri 19 ára gomul og búgvi á kollegii í Keypmannahavn. Ein vinkona er komin niður at vitja og gistir hjá mær í kollegiikamarinum. Øll onnur, sum búgva á gongini, tykjast at vera burtur í feriu, so tað eru bara vit har. Men so ein dagin møta vit einum ungum manni í felags køkinum. Hann er eini tvey ár eldri enn eg, kanska eitt sindur meira. Vit práta við hann nakrar ferðir úti í køkinum. Hann lesur medisin og virkar fittur og skilagóður.

Eftir eina tíð bjóðar hann okkum til ein fínan náttúrða inni hjá sær. Vit siga ja takk og hava eitt hugnaligt kvøld saman – í øllum førum fyrra partin av kvøldinum – har vit eta góðan mat og drekka vín við tendraðum stearinljósum.

Sum kvøldið líður, leggi eg merki til, at maðurin broytist spakuliga. Hann tosar skjótari og meira hektiskt, og tað, sum hann tosar um, virkar heldur løgið. Mær dámar tað ikki. Vinkonan og eg báðar harafturímóti kenna okkum alt móðari. Vinkonan biður orsaka og sigur, at hon má fara inn at leggja seg, tí hon er um at sovna.

Eg eri eisini um at sovna, men haldi, at tað er ófólkaligt at fara so skjótt, nú ungi maðurin hevur gjørt so nógv burtur úr kvøldinum, so eg hugsi, at eg haldi út eina løtu aftrat, so fari eg eisini. Men vinkonan er næstan ikki meira enn farin inn á kamarið hjá okkum, so missi eg vitið.

Eg veit ikki, hvussu long tíð er farin, men tá eg rakni við aftur, serstakliga tung í høvdinum, liggi eg nakin í seingini hjá unga manninum, og hann liggur omaná mær í fullari ferð við at hava samlegu við meg. Eg kenni meg so doyvda, at eg orki næstan ikki at røra meg. Royni at siga okkurt, men tungan ballar, og tað, sum eg sigi, er næstan ikki til at skilja. Hann letst ikki um vón, men ger seg lidnan. Og so leggur hann seg við síðuna av mær og sovnar.

Eg rakni meira við, og hóast eg kenni meg púra í ørviti, reisi eg meg upp úr songini so skjótt, sum eg orki, finni klæðini hjá mær og lati meg stillisliga í. Eg sníki meg, so spakuliga eg kann, út úr kamarinum hjá honum fyri ikki at vekja hann.

Tá eg komi inn á kamarið hjá mær og vinkonuni, royni eg at vekja hana at siga henni frá, hvat er hent, men hon er ikki til at vekja, so eg gevi upp, leggi meg og steinsovni. Tá vit rakna við um morgunin, sigur vinkonan, at hon kennir seg eisini heilt óvanliga tunga í høvdinum. Men eingin okkara hugsar beint tá um møguleikan fyri, at vit kunnu hava fingið okkurt doyvandi. Slíkt hava vit aldrin hoyrt um tá, so tað kemur okkum ikki til hugs. Vit halda bara, at tað man vera vínið, vit hava drukkið, sum kanska var óvanliga sterkt. So tað kemur mær heldur ikki til hugs at melda mannin. Eg gjørdi jú onga mótstøðu, so hvussu kann eg prógva, at hetta hendi móti mínum vilja?

Dagin eftir tora vit ikki út úr kamarinum av ræðslu fyri at møta manninum. Kvøldið eftir bankar hann uppá hjá okkum, men eg eri bangin, og vit lata ikki upp. Hann blívur leingi við at banka og rópar upp í saman, at eg skal lata upp, tí hann vil tosa við meg. Men vit sita pinnastillar og siga ikki eitt orð. So er friður eina løtu, men knappliga ljómar ógvisliga harður tónleikur inn gjøgnum hurðina. Maðurin hevur sett ein hátalara frá stereoanleggi sínum inn móti hurðini og hevur skrúvað so hart frá, sum hann kann. Men vit látast sum, at vit ikki eru inni. Vit tora so avgjørt ikki at lata upp, nú hann tykist so svakur. Hetta fer fram í fleiri tímar. Maðurin er uppi alla náttina og heldur okkum vaknar.

Dagin eftir er sama skil. Nú hevur maðurin verið hjá einum lásasmiði og hevur stolið eina risakippu av lyklum. Hann roynir hvønn einasta lykil í hurðalásinum hjá okkum, meðan hann rópar navnið á mær, men tíbetur riggar eingin av teimum. So hann ger aftur nummarið við hátalaranum. Eina heila nátt mugu vit liggja og halda okkum fyri oyruni.

Nú hava vit fingið nóg mikið og gera av at rýma dagin eftir, tá friður er, og maðurin vónandi liggur og svevur. Dagin eftir pakka vit tað sindrið, vit hava, og rýma. Við hjartanum í hálsinum sníkja vit okkum eftir gongini, sleppa okkum út og koma ikki aftur á kollegiið. Tíbetur havi eg familju at vera hjá. Ikki fyrr enn seinni slær tað meg, at maðurin má hava koyrt okkurt doyvandi í vínið, og at tað var tí, at eg ikki orkaði at gera mótstøðu.

10 ár seinni eri eg í býnum í Århus á eini barr og fái eyga á ein mann, sum sær mær so kendur út. Hann sær eisini meg og gongur yvir ímóti mær. Fyrst kenni eg hann ikki aftur, tí maðurin er vorðin skallutur, síðani eg sá hann seinast, men tá hann kemur nærri, síggi eg, at hetta er maðurin, sum fyri 10 árum síðani doyvdi og neyðtók meg á kollegiinum í Keypmannahavn. Hjartað støkkur heilt upp í hálsin.

Tá maðurin er komin heilt yvir til mín, spyr hann, um eg minnist hann. Jú, tað geri eg, sigi eg og havi hug at snara á og fara, tí eg havi ongan hug at práta við mannin. Men eg verið kortini standandi, tá maðurin sigur: – Umskylda. – Umskylda? spyrji eg. – Ja, sigur hann og fer beint til kjarnuna.
Hann greiðir frá, at hann mangan hevur angrað tað, sum hann gjørdi við meg tá. Tað var skeivt av honum, men tað var eitt tíðarskeið í lívið hansara, har hann ikki hevði tað gott. Sum læknalesandi hevði hann atgongd til øll møgulig medisinsk evni og rúseitur, sum hann eksperimenteraði við, sigur hann. Hann hevði tikið amfetamin o.a. tað kvøldið, har hann í sín svakliga sinni fann uppá at geva okkum sterkt sovimedisin, sum hann onkusvegna fekk sníkt niður í vínið, sum vit drukku, bara fyri at vita, hvussu vit reageraðu.

Tá eg so lá har uttan vit, kundi hann ikki standa ímóti freistingini. Hann leggur dýran við, at hann er broyttur til tað betra síðan tá. Hann er vorðin ein virdur lækni og er keddur av, at hann lat tað ganga út yvir meg, at hann var so langt úti, tá hann var yngri. Eg standi har og hugsi mítt. Eg havi ongan hug at geva honum fyrigeving, men eg vil gera alt fyri at sleppa burtur frá honum og sigi bara, at tað er honum fyrigivið. Hann takkar mær so miriliga, og eg biði farvæl og fari.

Eg hugsi, um tað var rætt av mær at lata hann sleppa so lætt. Átti eg ikki at gjørt meira við tað? Men eg eri ein fátøk lesandi og havi ikki ráð til at føra nakra sak móti einum múgvandi lækna. Og hvussu kann eg prógva nakað nú 10 ár seinni?

Advertisements