16 ár og í studentaskúla

Eg eri 16 ára gomul og gangi í 1. G á studentaskúla. Eg fari á mína fyrstu floksveitslu heima hjá einum av mínum floksfeløgum. Fleiri lærarar eru við. Fólk gerast fylri, sum kvøldið líður. Eisini ein av lærarunum.

Eg eri móð av at dansa og vil seta meg niður, men einki sitipláss er tøkt, so eg seti meg niður á gólvið og leni meg upp móti vegginum í stovuni aftanfyri ein lenistól. Fulli lærarin sær meg sita har og setir seg við síðuna av mær. Hann lenar seg inn móti mær, hyggur so syrgin uppá meg og mølmar okkurt um, at hann og konan hava tað ikki gott saman. “Hon skilir ikki, at ein maður hevur ávísan tørv,” sigur hann og hyggur biðjandi uppá meg.

Eg áni ikki, hvat eg skal siga til tað. Harraguð, eg eri bara 16 ára gomul, og maðurin er kanska í fjørutunum. Eg sigi bara, at tað er synd. Hann tekur um lærið á mær, byrjar at kráma og tekur um meg við arminum og følir uppá annað bróstið. Hetta fer langt um míni mørk.

Eg hugsi, um eg havi sent skeiv signal, og skundi mær at siga, at eg má fara á vesið og reisi meg upp. Restina av kvøldinum haldi eg meg so langt burtur frá honum, sum eg kann. Í skúlanum vikuna eftir, letst hann, sum um einki er hent, men hann er ikki longur líka blíður við meg restina av tíðini, eg gangi í studentaskúla, og líka mikið, hvat eg geri, tykist tað ikki sum eg kann fáa hægri enn miðal karakter frá honum, har eg annars klári meg væl í øllum øðrum fakunum.

Eg arbeiddi á barr

Eg arbeiddi á eini bar í umleið eitt ár, har eg hevði eina vakt um vikuna, við tí eina eigarinum. Í fyrstani var tað fínt, men hann byrjaði so smátt at “koma til” at røra mína reyv, tá hann gekk forbí meg, meðan vit arbeiddu. serliga tá barrin var full og eg ikki ordiliga fekk reagera. Hettar bleiv síðan til ordilig klíp, næstan hvørjufer hann gekk forbí meg. Eg bað hann gevast, men hann flenti og bað meg taka meg saman, tað skuldi bara takast sum rós. Soleiðis var næstan hvørja vakt og hóast eg bleiv óð, steðgaði hettar ikki. Hann plagdi at blíva rættiliga fullur síðst á kvøldinum og tí einu ferðina, tá vit høvdu stongt hurðanar, tók hann um báðar mínar hoftir og trýsti meg upp æt barrdiskinum. Eg bað hann steðga, men hann helt fast og byrjaði at trýsta seg upp æt mær og eg føldi hansara stíva murt á mær. Eg vildi bara skríggja og spýggja, men fekk onki sagt. Hann steðgaði bara, tí fólk komu og tóku í hurðina. Tá tók eg míni ting og fór heim, uttan eitt orð. Dagin eftir fekk eg boð um, at eg var koyrd og skuldi ikki møta upp aftur til arbeiðis.

Varastjórin

Eg eri 25 ára gomul, gangi í skúla niðri, men eri í tríggja mánaða praktikk í Føroyum. Eg arbeiði á einum arbeiðsplássi, har stjórin sjáldan er at síggja orsaka av persónligum trupulleikum, so tað er næstimaður hansara, sum stýrir øllum. Hesin ‘varastjórin’, sum eg kalli hann her, er ein kendur maður, høgt virdur politikkari og avhildin í samfelagnum. Men hann stýrir hesum arbeiðsplássi við harðari hond, og eg finni skjótt út av, at øll meira ella minni krúpa fyri honum, tí tey ræðast hann.
Hann tykist tó at vera nøkurlunda blíður við meg – í fyrstani í øllum førum. Eg verði sett at arbeiða við eini verkætlan, sum eg sleppi at stýra nøkurlunda sjálv. Ein dagin hittast varastjórin og eg í gongini, og eg spyrji hann um okkurt viðvíkjandi míni verkætlan, sum eg ivist í. Hann sigur, at vit kunnu tosa um tað í fundarhølinum, so vit fara inn har at tosa. Vit seta okkum ikki niður, men standa bara uppi og tosa.
Meðan vit tosa saman, fer høgra hond hansara knappliga og púrasta óvæntað trilvandi inn undir blusuna hjá mær. Hann tekur eitt fast tak um annað bróstið hjá mær, meðan hann heldur um mjødnina hjá mær við hinari hondini og læsir meg í støðuni, so at siga. Eg blívi so kløkk, at eg stívni. Tað løgna er, at maðurin tosar bara sítt professionella og fakliga prát víðari, sum um hendur hansara og heilin eru hvør sítt stað. Støðan er fullkomiliga absurd!
Eg rakni við og sigi: “Hvat gert tú?”, men hann letst ikki um vón. Eg royni at bakka og fara undan honum, meðan eg royni at skumpa hendur hansara burtur, men hann er nógv størri og sterkari enn eg, so hann heldur fast og fylgir bara aftaná mær, alt meðan hann tosar víðari, sum um tað, ið hendir, als ikki hendir allíkavæl. Hann tykist fullkomiliga óávirkaður.
Tað endar við, at eg má brúka alla mína makt at ríva meg leysa og renna út úr fundarhølinum. Eg kenni meg djúpt krenkaða og eri so skelkað, at eg veit ikki, hvat eg skal gera. Hvør fer at trúgva mær, um eg sigi tað við nakran? Eg geri alt fyri at sleppa undan at møta varastjóranum einsamøll restina av praktikktíðini, eg eri har.
Eftir nakrar dagar geri eg av at tosa við ein kvinnuligan starvsfelaga á arbeiðsplássinum, sum tykist álitisvekjandi, um tað, sum er hent. Hon sær als ikki bilsin út, men sigur, at tað er væl kent millum kvinnuligu starvsfólkini, at hesin maður ger slíkt, men tað tosa fólk ikki um. Tað er nokk eisini best, at eg ikki geri nakað burtur úr hesum, tí ein onnur, sum hevði arbeitt har, royndi at siga frá og kæra mannin, men hann fekk hana koyrda úr starvi og gjørdi alt fyri at oyðileggja hennara umdømi. Fólk vistu ikki, hvat tey skuldu trúgva. Hon kendi seg at enda noydda at flyta av landinum.
Eina tíð seinni, tá eg langt síðani eri farin aftur til Danmarkar, møti eg hesi kvinnu og spyrji hana beinleiðis, um tað passar, at hann hevur gjørt seg inn á hana. Á ja, og tað, sum hendi henni, var nógv verri, enn tað, sum hendi mær. Tey vóru á ferð saman í arbeiðsørindum, har hann var komin inn á hotellkamarið hjá henni og hevði roynt at neyðtikið hana har. Hon mátti berjast sum fyri lívinum fyri at sleppa undan honum.
Hon meldaði tilburðin, men hann noktaði blankt tað, sum var hent, og segði, at hon bara gjørdi tað fyri at dálka seg. Hon var ikki til at líta á. Eingin trúði henni, tí maðurin var so kendur og avhildin, so hon hevði ongan kjans, so hon fekk einki burtur úr at melda – ikki annað enn at tað gekk mest út yvir hana sjálva. Eg hevði ongar trupulleikar við at trúgva henni, tí eg hevði jú sjálv upplivað, hvat hann kundi finna uppá.

Eg var til arbeiðis

Hetta hendi, tá eg arbeiddi sum barrtænari. Ein nýggjur barrtænari var akkurát byrjaður og vit høvdu góða kemi, tvætlaðu og argaðu hvønn annan. Eina náttina, tá vit bæði skuldu eftir onkrum í goymsluni samstundis, kvaldi hann meg, uttan eg hevði givið honum loyvi. Hann visti, at eg var til slíkt. Skelkað rann eg út. Hann umbar seg. Hann helt áfram við at gera slíkt, og aftaná virkaði hann altíð ærligur og umberandi, so eg bleiv við at gloyma tað. Eina náttina helt hann fast við at fylgja mær heim, kemur inn í íbúðina, kroystur meg upp móti vegginum, og hivar sín murt fram og noyðir meg at nerta hann, meðan hann mussar meg, og eg royni at skumpa hann vekk

Føstulávintskvøld

Føstulávintskvøld. Var á eini barr og drakk og skuldi pissa. Fór upp ein tóman gang, tá hesin kempi maðurin tekur í meg aftanifrá og langar hondina niður í mínar buksur og roynir at fingra meg. Tá kemur ein tilvildarlig genta rennandi og skrykkir meg frá honum og sigur “HAR VART TÚ! EG LEITAÐI EFTIR TÆR” og togar meg inn á damuvesið og steingir hurðina

Eg svav

Eg vaknaði ein sunnumorgun við, at ein lá við síðunar av mær í songini hjá mær. Eg veit ikki, um man kann kalla okkum vinfólk, men vit kendust. Eg var forvirrað, illa fyri og skilti ikki, hvat var hent.

Tað seinasta, eg mintist, var at sita niðri undir í stovuni saman við honum og einum øðrum vinmanni hjá mær. Vit sótu og drukku og royktu eina joint, og eg var blivin so í ørviti, at eg segði góðanátt og fór í song, og teir skuldu fara avstað.

Tað næsta, sum eg so minnist, er at vakna saman við hesum eina fýrinum. Hann fer upp og avstað. Eingin sigur nakað, og mín forvirringur byrjar at klárast upp. Onkrir sekundlangir glottar birtast í høvdinum hjá mær. Av sex. Av at vera heilt vekk fyri so at vakna nøkur sekund og uppdaga, at her er sexuellur aktivitetur í gongd, men so at vera heilt vekk aftur. Eg minnist annars einki av tí, men eg veit og føli á mær, hvat er hent.

Eg veit ikki hvussu, men eg ímyndi mær, hvussu tað er gingið fyri seg. Hvussu hann hevur sníkt seg inn í kamarið og undir dýnuna, meðan eg havi ligið og sovið. Eg ørminnist í hesum sekund-stuttu glottunum, at tað er sex, sum sker her, men eg havi ongan kjans at blíva klár í høvdinum og gera nakað ímóti tí, fyrr enn eg eri vekk aftur.

Hasir fáu glottarnir kennast og minnist eg sum ringastu marruna, eg í lívinum havi havt. At vera viðspælari í einum dreymi, tú fyri alt í verðini ynskir teg út úr, men sum tú einki kontroll hevur á.

Eg havi møtt honum aftur fleiri ferðir, men vit hava ongantíð tosað um tað. Eg vil gjarna konfrontera hann, men tá eg síggi hann, vil eg bara spýggja, so eg skundi mær altíð bara vekk. Havi eisini viljandi mist sambandið við hin vinmannin, tí eg ikki klári at síggja hann uttan at hugsa um hetta. Vit eru vaksin fólk, men eg føli meg so lítla í hesari situatiónini.

Eg veit ikki, um hann veit, hvussu skeivt hatta var, men eg vóni, at átøk sum “Sex krevur samtykki” og #metoo m.a. eru við til at ala fólk upp til, at tað at sníkja seg inn í eitt kamar til ein persón, ið er rúsaður og svevur, ikki er ok! Yvirskriftin “sníkti seg til samlegu” var á forsíðuni á Sosialinum ein dagin og varð eisini umrødd nógv. Men slíkt hevur einki við samlegu at gera. Hetta er at taka nakað frá einum persóni, sum ongan kjans hevur at standa ímóti ella verja seg. Orðið er neyðtøka og eigur at vera tað í øllum paragraffum.

Eg var forelskað í honum

Tá eg var uml. 17 ár, møtti møtti eg dreinginum, sum eg var øgiliga forelskað í, í býnum. Vit høvdu gingið saman, og tað var alt endað nokkso rokaligt, so tað var gott at blíva vinir og kunna hava tað stuttligt saman. Vit vóru á barr og drukku shots og endaðu við at fara á vesið saman.

Vit fríggjaðu, og hann koyrdi hondina niður í buksurnar á mær. Alt gekk so øgiliga skjótt fyri seg, og áðrenn eg visti av, hevði hann sínar buksur niðri og ætlaði inn í meg. Eg uppdagaði, at tað var ikki tað, eg vildi, so eg stóð ímóti og segði nei, men hann lurtaði ikki og trongdi seg við makt inn í meg. Eg fór út aftur og lat sum einki. Eg minnist, at eg var sjokkerað, skammaðist og vildi bara, at eingin skuldi uppdaga, at nakað var hent á vesinum.

Eg minnist ikki heilt, hvussu næsti dagurin var, men eg minnist at fara á ves í skúlanum mánamorgun og kenna, hvussu tað sveið í neðra, tá eg pissaði. Tá eg turkaði mær, var eitt sindur av blóði á papírinum. Eg var skrædnað, og har var eitt sár, sum opnaðist, tá eg pissaði og turkaði mær.

Eg hugdi í speglið í eyguni á mær sjálvari og royndi við sinninum at føla meg fram til, hvussu restin av mær hevði tað. Tá føldi eg, hvussu eym eg var um bringuna. Eg lyfti blusuna upp og sá blá merkir nógva staðni. So fór eg aftur í skúlastovuna og hvørki hugsaði ella tosaði um hetta aftur fyrr enn nógv ár seinni.

Hví #metooFøroyar?

“Um allar kvinnur seta #metoo á sín status, so fáa vit eina mynd av, hvussu stórur trupulleikin er.” Hetta skrivaði films- og sjónleikarin, Alyssa Milano, á Twitter í oktober seinasta ár. Vit fingu sanniliga eina mynd av, hvussu umfatandi og inngrógvin seksuel sjikana er í okkara mentan. Fleiri hundraðtúsundtals kvinnur um alla verðina skriva framvegis #metoo á sín vanga á sosialum miðlunum ella skriva undir mótmælisskriv við #metoo-eyðkenninum. Á Facebook. Á Twitter. Á Instagram. Tær tosa í sjónvarpi, útvarpi, leggja út á podkast, skriva í tíðarrit, í bløðum. Tær koma fram við sínum mótmælum til filmsvirðislønahandanir, til tónleikavirðislønahandanir. Kvinnur um allan heim frá Hollywood til Hong Kong. Hvíta kvinnur, brúnar kvinnur, kristnar kvinnur, jødiskar kvinnur, muslimskar kvinnur, ateistiskar kvinnur. Tær trína fram úr øllum starvsstøðum: úr leiklistaheiminum, heilsutænastuni, úr filmsvinnuni … Kendar og ókendar, ríkar og fátækar. Allar hava tær havt og hava enn sama trupulleika: At tær verða seksuelt sjikaneraðar av einum, sum hevur størri vald og/ella heldur seg hava rætt at ráða yvir kvinnuni. Men hvussu hevur verið í Føroyum? Í okkara modernaða smásamfelag, har øll kenna hvønn annan? Hava vit hoyrt málið á kvinnunum, sum búgva í Føroyum? Kringvarpið hevur viðgjørt tað í onkrum Radara, Nón, og eitt vet hevur verið í vanligu tíðindunum ella morgunsendingini. Men vit eiga at seta enn størri fokus á henda trupulleika og geva øllum kvinnum, sum búgva í Føroyum, møguleika at sleppa til orðanna. Tí hesin bloggurin!