Eg vaknaði ein sunnumorgun við, at ein lá við síðunar av mær í songini hjá mær. Eg veit ikki, um man kann kalla okkum vinfólk, men vit kendust. Eg var forvirrað, illa fyri og skilti ikki, hvat var hent.
Tað seinasta, eg mintist, var at sita niðri undir í stovuni saman við honum og einum øðrum vinmanni hjá mær. Vit sótu og drukku og royktu eina joint, og eg var blivin so í ørviti, at eg segði góðanátt og fór í song, og teir skuldu fara avstað.
Tað næsta, sum eg so minnist, er at vakna saman við hesum eina fýrinum. Hann fer upp og avstað. Eingin sigur nakað, og mín forvirringur byrjar at klárast upp. Onkrir sekundlangir glottar birtast í høvdinum hjá mær. Av sex. Av at vera heilt vekk fyri so at vakna nøkur sekund og uppdaga, at her er sexuellur aktivitetur í gongd, men so at vera heilt vekk aftur. Eg minnist annars einki av tí, men eg veit og føli á mær, hvat er hent.
Eg veit ikki hvussu, men eg ímyndi mær, hvussu tað er gingið fyri seg. Hvussu hann hevur sníkt seg inn í kamarið og undir dýnuna, meðan eg havi ligið og sovið. Eg ørminnist í hesum sekund-stuttu glottunum, at tað er sex, sum sker her, men eg havi ongan kjans at blíva klár í høvdinum og gera nakað ímóti tí, fyrr enn eg eri vekk aftur.
Hasir fáu glottarnir kennast og minnist eg sum ringastu marruna, eg í lívinum havi havt. At vera viðspælari í einum dreymi, tú fyri alt í verðini ynskir teg út úr, men sum tú einki kontroll hevur á.
Eg havi møtt honum aftur fleiri ferðir, men vit hava ongantíð tosað um tað. Eg vil gjarna konfrontera hann, men tá eg síggi hann, vil eg bara spýggja, so eg skundi mær altíð bara vekk. Havi eisini viljandi mist sambandið við hin vinmannin, tí eg ikki klári at síggja hann uttan at hugsa um hetta. Vit eru vaksin fólk, men eg føli meg so lítla í hesari situatiónini.
Eg veit ikki, um hann veit, hvussu skeivt hatta var, men eg vóni, at átøk sum “Sex krevur samtykki” og #metoo m.a. eru við til at ala fólk upp til, at tað at sníkja seg inn í eitt kamar til ein persón, ið er rúsaður og svevur, ikki er ok! Yvirskriftin “sníkti seg til samlegu” var á forsíðuni á Sosialinum ein dagin og varð eisini umrødd nógv. Men slíkt hevur einki við samlegu at gera. Hetta er at taka nakað frá einum persóni, sum ongan kjans hevur at standa ímóti ella verja seg. Orðið er neyðtøka og eigur at vera tað í øllum paragraffum.