Eg var forelskað í honum

Tá eg var uml. 17 ár, møtti møtti eg dreinginum, sum eg var øgiliga forelskað í, í býnum. Vit høvdu gingið saman, og tað var alt endað nokkso rokaligt, so tað var gott at blíva vinir og kunna hava tað stuttligt saman. Vit vóru á barr og drukku shots og endaðu við at fara á vesið saman.

Vit fríggjaðu, og hann koyrdi hondina niður í buksurnar á mær. Alt gekk so øgiliga skjótt fyri seg, og áðrenn eg visti av, hevði hann sínar buksur niðri og ætlaði inn í meg. Eg uppdagaði, at tað var ikki tað, eg vildi, so eg stóð ímóti og segði nei, men hann lurtaði ikki og trongdi seg við makt inn í meg. Eg fór út aftur og lat sum einki. Eg minnist, at eg var sjokkerað, skammaðist og vildi bara, at eingin skuldi uppdaga, at nakað var hent á vesinum.

Eg minnist ikki heilt, hvussu næsti dagurin var, men eg minnist at fara á ves í skúlanum mánamorgun og kenna, hvussu tað sveið í neðra, tá eg pissaði. Tá eg turkaði mær, var eitt sindur av blóði á papírinum. Eg var skrædnað, og har var eitt sár, sum opnaðist, tá eg pissaði og turkaði mær.

Eg hugdi í speglið í eyguni á mær sjálvari og royndi við sinninum at føla meg fram til, hvussu restin av mær hevði tað. Tá føldi eg, hvussu eym eg var um bringuna. Eg lyfti blusuna upp og sá blá merkir nógva staðni. So fór eg aftur í skúlastovuna og hvørki hugsaði ella tosaði um hetta aftur fyrr enn nógv ár seinni.