Var á háskúla sum 17 ára gomul. Eitt kvøldið sat eg úti í felagsrúminum, og ein av teimum eldru næmingunum byrjaði at tosa við meg. Hann kom nærri og byrjaði at føla uppá meg. Eg vildi ikki, men hann gjørdi bara tað ,at hann varð harðligur. Knappliga legði hann seg omaná meg, og royndi at sleppa uppí. Tað var so vemmiligt at uppliva, tí eg vildi ikki, men hann var so nógv sterkari enn eg. Eg føldi meg so ólekra og skitna aftaná. Skumpaði hann vekk og fór at gráta.
Hann gekk allatíðina á skúlanum, øll vistu at hann gjørdi hatta. Ikki bara við meg. Men eingin segði nakað.
Category: Persónlig søga
Misbrúkt ímeðan eg svav
Eg fór einaferð í eitt ball og bleiv alt ov full, ja eg minnist einki. Tað var sum um, at onkur hevði koyrt onkrir stoffir í okkurt sum eg hevði drukkið. eg bleiv øgiliga móð og var illa fyri, og tí løgdu nøkur vinfólk meg i eitt kamar inni í húsinum, so at eg kundi leggja meg at sova. Eg vakni við at eg brádliga hevði havt eitt blackout, og at eg næstan einki minnist av kvøldinum. Og ímeðan eg hevði ligið og sovi, var ein drongur í ballinum komin inn í kamari har ið eg svav, og hevði nemt við og misbrúkt meg. Men enn tann dag i dag, veit eg ikki akkurát hvat ið hann gjørdi, og tað ræðir meg. Eg sá, at mínar buksur vóru niðri, tá ið eg vaknaði, og føldi á mær at okkurt var hent. Hann reypaði eisini um, at hann hevði fingið lítið, og tí visti eg heilt víst, at okkurt var galið. Tey í ballinum søgdu, at tey hildu at eg vildi hetta og tí gjørdu tey einki við tað, hóast tey sóðu hann fara inn í kamari. Og drongurin forsvaraði seg við, at hann helt at eg vildi tað. Men hvussu kundi eg forsvara meg, tá ið eg lá uttan vit og svav?. Mær dámdi ikki dreingin og hevði ikki funnið uppá, at verði saman við honum í forvegin. Tað gjørdi eisini støðuna verri, at eg hevði sjeik tá ið hetta hendi. Hetta var sera torført at koma ígjøgnum, tí eg føldi meg sera skitna,brúkta og ódámliga, tí eingin tók hetta serliga seriøst. blivi enn illa fyri, av at hugsa um, hvat ið hann gjørdi við meg. Verði varin, og lat ikki vinir tykkara koma i slíka støðu sum hesa.
“Slappa av, tað er ikki so galið”
Við barn í 7 mána. À veg heim møti eg pápanum at barninum, sum ikki vildi vita av barninum. Eg eri kedd hetta kvøldi og føli meg einsamalla. Vit hava ikki práta í 5 mánaðir. Seinast var tá hann kom til mín eina náttina fullur og bønaði meg um at taka eina abort. Eg spyrji um eg kann koma heim til hann tí eg føli meg einsamalla í hesum og vil hann skal halda um meg. Hann heldur ongantíð um meg, men um náttina vakni eg av, at hann fleygar sær. So sovi eg stutt aftur. So vakni eg aftur av, at hann koppar meg á mín tjúkka búk og tekur meg aftanifrá. Eg var meir bangin um barnið í búkinum enn tí hann tókst við. Tá hann er liðugur reisur hann seg og fer út úr kamarinum. Eg liggi eftir, ørkymla, á eini madrass á gólvinum og royni at samla tankarnir og finna út av hvat hendi, tí alt gekk so skjótt fyri seg. Til seinast reisi eg meg. Eg finni hann ikki í húsinum. Bæði kamarshurðin og entá úthurðin standa víðopin. Eg føldi meg brúkta. Skitna. Forvirraða. Rasandi. Kedda. Men eg var sjálv farin heim við honum, edrú og við míni fullu fimm. Nakrar dagar sigur læknin eg havi ein kynsjúkdóm. Vegna barnið kann eg ikki taka heilivág, men skal brenna kynsjúkdómin burtur og fái at vita, at barnið kann gerast blint av hesi sjúku. Eg fari heim til hann og sigi tað við hann. Hann sigur hann veit gott at hann hevur kynsjúku og ætlar sær ikki at gera nakað við tað. Eg havi aldrin aftur havt tørv á, at hann heldur um meg.
Voxbotn
Eg má hava verið eini 18 ár. Eg og vinkonurnar vóru farnar á Voxbotn og stóðu og hugnaðu okkum til eina konsert mitt í trunkanum, tá eg knappliga føli at onkur byrjar at fingra mær. Tað er ein fremmandur drongur sum eg aldrin havi sæð fyrr, sum heldur at tað er ok at byrja at fingra mær mitt undir eini konsert ímillum fleiri 100 fólk. Eg blívi so kløkk og frysti nøkur sekund, áðrenn eg klári at reagera, og skumpa hann vekk, og fortelji síðani vinkonunum hetta, sum so hála meg vekk úr trunkanum.
Sjeikurin hjá bestu vinkonuni
Stutt: Sjeikurin hjá bestu vinkonuni neyðtók meg. Fann seinni útav at hann eisini hevði gjørt tað fleiri ferðir við vinkonuna meðan tey vóru saman.
Neyðtikin á G!
Mín fyrsti túrur á tjaldingarøkinum á G! Festivalinum endaði ræðuligt. Eg var 15 ár hetta summarið. Síðsta kvøldið hevði eg drukkið meg alt forr fulla, og endaði við at „blacka út”. Eg minnist næstan onki frá kvøldinum, men eg minnist at onkur bar meg í ørmunum út av teltøkinum. Eg minnist eisini hvussu ilt eg fekk tá onkur byrjaði at hava analsex við mær.
Tá eg vaknaði lá eg nakin í songini hjá einum drongi eg ongantíð hevði sæð fyrr, í einum húsi í Gøtu eg ongantíð hevði verið fyrr. Eg var sjúkliga forvirrað og sat bara nakin á songarkantinum. Drongurin bað meg fara og byrjaði at lyfta mínir armar og lata meg í míni klæðir. Eg fann ikki mínar skógvar so eg endaði við at ganga berføtt frá húsinum. Tá eg kom til teltøkið ringdi eg til mammu mína og bað hana koma eftir mær. Eg mátti eisini biðja hana fara á apotekið, áðrenn tað stongdi, at keypa mær ein angribolla. Eg visti jú ikki hvat var farið fram ella um hann hevði havt hít á. Mítt sjálvsvirði fór í knús aftaná hasa upplivingina, eg føldi meg so vemmuliga og virðisleysa.
Ólavsøka
Tað var Ólavsøka, og eg var 17-18 ár. Tað hevði verði dansur í Kommunuskúlagarðinum, og eg var blivin full. Eg seti meg upp ímóti einum veggi, og siti nokk har eina góða løtu. So rakni eg við, við at mín ex-sjeikur ristir í meg, og sigur at hann vil hjálpa mær í ein taxa og heim. Hann fylgir mær inn í song, og endar við at sjálvur leggja seg í songina.
Knappliga rakni eg við aftur, við at eg spýggi útav songarkantinum, og leggi so merki til at mín ex-sjeikur er ígongd við at hava sex við mær, neyðtaka meg. Eg eri so illa fyri, og kløkk. Eg royndi at fáa hann av mær, men tað riggar ikki, eg fái einki sagt, havi akkurát spýð. Royni so at fáa sagt nei, men hann steðgar ikki. Eg liggi bara inntil hann er liðugur, og so sovnar hann. Eg fari igongd við at vaska spýggj upp, meðan hann bara liggur í mínari song og svevur. Eg leggi meg so inn í eitt annað kamar, og nakrir tímar seinni hyggi eg inn í mítt kamar og hann er farin.
Royndi at taka bara 14 ára gamla við valdi
Eg var 14 ára gomul og júst farin at ganga í diskotek. Eg gekk í vanligum cowboyklæðum, sjómanstroyggju og tuflum, sum var so vanligt tá. Hóast diskotekið endaði kl. 01.00 um náttina, hevði eg lovað foreldrunum at koma heim áðrenn midnátt.
Eg gekk einsamøll heim. Tað sirmaði. Á vegnum legði eg merki til, at ein maður gekk nakað aftanfyri meg. Eg setti ferðina upp, skeitti aftur um meg og legði merki til, at maðurin eisini setti ferðina upp. Tað var týðiligt, at hann elti meg. Hann mundi vera minst eini 10-15 ár eldri enn eg.
Eg fór at renna, og maðurin fór eisini at renna. Eg spelaði alt, eg kundi, og var næstan komin heim, tá maðurin fekk fatur á mær. Hann spurdi, hví eg rann undan honum. Hann vildi bara tosa við meg, segði hann, og tók fast um armin á mær. Eg var bangin og royndi at ríva meg leysa, men hann helt so fast, at eg fekk ilt. Hann mølmaði okkurt um, hví gentur vóru so forbannað óndar við seg. “Hví vilja tit ikki tosa við meg, ha? Hvat fanin feilar tykkum?”
Hann hálaði meg inn móti sær og royndi at mussa meg. Eg merkti tann ringa andan og rópti, at hann skuldi lata vera. Eg hugdi í panikki at vindeygunum í húsunum hjá okkum í vónini um, at foreldrini hoyrdu mína neyð og komu út at bjarga mær, men tey lógu helst í fasta svøvni. Har var bølmyrkt.
“Ert tú einsamøll heima?” spurdi hann og hálaði meg yvir ímóti portrinum. Fyri at kunna lata portrið upp, noyddist hann at sleppa mær við aðrari hondini. Eg tók kjansin, nú hann bert helt mær við einari hond og kláraði at ríva meg leysa. Eg rann so skjótt, sum eg yvirhøvur kundi, yvir til eini grannahús, har ein vinkona búði.
Maðurin var í hølunum á mær. Eg tvísporaði upp gjøgnum trappurnar og bað til Gud um, at hurðin ikki var læst. Tað var hon tíbetur ikki. Eg leyp inn í uttaru gongina. Innara hurðin var læst. Tíbetur var uttara hurðin av einum slag, sum kundi læsast innanífrá uttan lykil. Eg náddi at læsa hurðina, beint áðrenn maðurin tók í hana.
Hann stóð eina løtu og skrykti í hurðina, meðan eg stóð hjartkipt beint innanfyri. At enda gav hann upp og fór avstað. Eg tordi ikki at vekja tey, sum helst svóvu inni í húsinum og stóð minst ein tíma í gongini, áðrenn eg vágaði mær út aftur og heim.
Foreldrini vaknaðu, tá eg komi heim, og eg segði teimum frá tilburðinum. Tey vóru hørm um, at tey ikki vóru vaknað. Tey ringdu til politiið at melda mannin, men politiið segði, at teir kendu hann væl, men tað var einki, teir kundu gera við tað, so leingi sum maðurin ikki veruliga hevði gjørt seg inn á meg. So hendi einki meir. Eftir hetta tordi eg ikki at ganga einsamøll heim longur, tá eg fór í býin.
Leiðarin fylgdi aftaná mær inn á vesið
Tá eg var 17 ára gomul arbeiddi eg aftaná skúlatíð á einum arbeiðsplássi við nógvum monnum, har av teir flestu vóru tvær-tríggjar ferðir eldri enn eg. Ein dagin fari eg á vesi. Á gongini heilsi eg uppá ein av leiðarunum – ikki mínum egna leiðara kortini. Eg eri ikki meira enn innkomin á vesið, tá maðurin fylgir aftaná mær inn. Hann tivar tungt og hyggur grammliga at bróstunum hjá mær.
Eg eri alt annað enn eggjandi klødd – bara í væl knappaðari ternutari skjúrtu, cowboybuksum og fótformaðum skóm. Men tað tykist ikki at halda honum aftur. Hann tekur í meg. Eg royni at sleppa undan, men hann heldur mær, tekur meg inn til sín aftanífrá og fonglast við bróstini hjá mær.
“Ver nú ikki so sjarlig…!” sigur hann. Eg sigi hart: “Lat vera!” og rívi meg leysa og renni út á gongina, skakað av hendingini. Eg skammist og tori ikki at siga tað fyri nøkrum. Eg royni bara at halda meg langt burtur frá hesum manni eftir hetta. Hann letur bara sum luft og heilsar ikki uppá meg aftaná hendingina.
Eg hugsaði leingi: Mundi hann misskilja smílið hjá mær á gongini, áðrenn eg fór inn á vesið? Mundi eg sjálv leggja upp til tað uttan at vita av tí? Eg skilti ikki, hvat maðurin hugsaði fyri sær, og undraðist á, hví júst hann gjørdi hetta, tí hann var familjumaður og høgtstandandi limur í eini samkomu. Nú veit eg, at tað hevði einki við meg at gera. Hann – og bara hann – hevði ábyrgd av hendingini.
Eg eri 16 ár
Eg eri 16 ár. Eg eri í einum balli saman við fult av øðrum fólkum. Vinkona mín er akkurát farin heim, tí hon gjørdist móð, so eg standi einsamøll eftir í einum hjørni. Knappliga kemur ein drongur yvir til mín. Eg veit hvør hann er men havi ongantíð ordiliga tosað við hann. Hann heilsar uppá meg og eg hugsi, at eg má heldur vera fólkalig, so eg standi og tosi við hann eina løtu. Áðrenn eg veit av hevur hann trýst hondina millum beinini á mær. Eg eri ov skelkað til at siga nakað við hann. Hann smílist og vendir sær við og eg síggi hann fara yvir til ein vinmann, og eg hoyri hann fortelja fyri honum hvat hann gjørdi við meg. Vinmaðurin gevur honum ein pengaseðil í hondina.